Hvør hevur uppiborið miðlaheiðurin í ár?
Tú kanst vera við at avgera, hvør skal fáa ársins herðaklapp fyri góða miðling av gransking í ár
Granskingarráðið fer aftur í ár at heiðra ein persón, sum hevur dugað serliga væl at miðla granskingarúrslit, hevur víst á týdningin av gransking ella á annan hátt varpað ljós á nyttuna av vísindum.
Hetta verður gjørt á Vísindavøkuni í Løkshøll fríggjadagin 23. september 2022.
Hvør kann verða skotin upp?
Talan kann verða um granskara, miðlafólk ella annan, sum á greiðan og lætt skiljandi hátt hevur lýst granskingarúrslit og víst á ávirkaninia og týdningin av gransking í gerandisdegnum. Tað kann vera í útvarps- ella sjónvarpssendingum, í greinum, fyrilestrum, bókum, plakatum ella øðrum.
Granskarar verða oftast mettir eftir, hvussu dugnaligir teir eru at miðla vísindaliga, og hetta er sjálvsagt sera týdningarmikil partur av teirra starvi. Samstundis er tað tó greitt, at hendan miðlingin ofta er til aðrar granskarar og ikki til almenningin.
Annar og serligur førleiki krevst fyri at kunna meira alment um gransking og granskingarúrslit. Evnini eru ofta bæði umfatandi og torskild, so tað er neyðugt at duga at siga frá á einfaldan, greiðan og skipaðan hátt, uttan at skalað úrslitini fyri tað.
Øll kunnu senda uppskot inn
Við hesum bjóðar Granskingarráðið øllum at senda uppskot inn um, hvør skal fáa heiðurin fyri bestu miðlingina av gransking fyri 2022.
Í uppskotinum skal grundgevast fyri, hví víðkomandi eigur at fáa heiðurin. Best er, um víst verður á greinar, bøkur, sendingar ella líknandi sum dømi um góðu miðlingina. Tað ber eisini til at senda slóðir til keldurnar.
Ein dómsnevnd við umboðum frá felagnum Føroysk Miðlafólk, Fróðskaparsetrinum og Granskingarráðnum fer at finna besta boðið millum innkomnu uppskotini. Nevndin er eisini heimilað sjálv at grundgeva fyri uppskotum til móttakarar.
Dómsnevndin fer at meta uppskotini út frá hesum evnum:
• Miðling á einum høgum stigi til ein breiðan skara
Evnini at fanga fólk uttan fyri granskingarheimin og samstundis at varðveita eitt høgt fakligt stig í gransking eins og miðling.
• Íkast til at økja um fatanina av gransking fyri samfelagið
Evnini til við greiðari miðling at økja um fatanina av, hvussu stóran týdning gransking hevur fyri samfelagið.
• Fangandi og kjakkveikjandi miðling
Evnini til at miðla á ein fangandi og kjakkveikjandi hátt og harvið vera við til at byggja brýr millum vísindaliga heimin og samfelagið annars.
Seinasta freist at senda uppskot inn um, hvør skal móttaka heiðurin, er 12. september 2022. Uppskot skulu sendast til Granskingarráðið við telduposti til gransking@gransking.fo ella við boðum á Facebook.
Hetta er 10. ferð, at heiðurslønin verður latin. Hesi eru heiðrað áður:
2012 - Dorete Bloch
2013 - Pál Weihe
2014 - Kári Sólstein
2015 - Bogi Hansen
2017 - Jens-Kjeld Jensen
2018 - Magni Mohr
2019 - Lis Mortensen
2020 - Debes Christiansen
2021 - Marnar Fríðheim Kristiansen
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...