Hvør KT-verkfrøðilesandi skal til Kina?
Í dag fer Vodafone at avdúka, hvør KT-verkfrøðilesandi er kosin at fara til Kina í starvsvenjing hjá Huawei
Vodafone og Huawei góvu herfyri einum KT-studenti á Fróðskaparsetri Føroya møguleikan at fara í starvsvenjing í Kina.
Áhugað skuldu søkja, og nú hava Vodafone og Huawei gjørt av, hvør setursstudentur tað verður, sum skal til Kina í summar saman við studentum úr øðrum evropeiskum londum.
Navnið verður avdúkað á setursskrivstovuni (rektaraskrivstovuni) kl. 15.00 í dag (sonevndi ‘grótbygningurin’ – niðan frá Landsbókasavninum og við síðuna av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni). Adressan er J. C. Svabos gøta 14.
Rektarin, Sigurð í Jákupsstovu, bjóðar væl komin, áðrenn Bárður Nielsen, stjóri á Vodafone, avdúkar, hvør vinnarin er og formliga handar heiðurin.
Til staðar verða eisini Hannes Gislason, professari og útbúgvingarleiðari í KT-verkfrøði, og Xin Qin, professari.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...