Lis Mortensen granskingarráðið.jpg
Lis Mortensen fekk ársins miðlaheiðursløn á Vísindavøkuni í fjør. Hon er náttúrulandafrøðingur og hevur í sínum arbeiði verið sera virkin og áhaldandi í miðling av gransking til almenning (Foto: gransking.fo)
Brynhild Thomsen
08.09.2020
Setrið Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Søgu- og samfelagsdeildin Til lesandi
Skriva út

Hvør skal hava heiðurin í ár?

Granskingarráðið søkir nú eftir uppskotum um, hvør granskari eigur at fáa ársins miðlaheiðursløn, tá Vísindavøkan verður í november. Øll kunnu senda uppskot inn

Tú kanst vera við at avgera, hvør skal fáa ársins herðaklapp fyri góða miðling av gransking.

Granskingarráðið fer aftur í ár at heiðra ein persón, sum hevur dugað serliga væl at miðla granskingarúrslit, hevur víst á týdningin av gransking ella á annan hátt varpað ljós á nyttuna av vísindum. Hetta verður gjørt á Vísindavøkuni fríggjadagin 6. november 2020.

Talan kann verða um granskara, miðalfólk ella annan, sum á greiðan og lætt skiljandi hátt hevur lýst granskingarúrslit og víst ávirkanina og týdningin av hesum í okkara gerandisdag. Hetta kann vera í útvarps- ella sjónvarpssendingum, í greinum, fyrilestrum, bókum, plakatum ella øðrum.

At miðla til almenningin

Granskarar verða oftast mettir eftir, hvussu dugnaligir teir eru at miðla vísindaliga, og hetta er sjálvsagt sera týdningarmikil partur av teirra starvi. Samstundis er tað tó greitt, at hendan miðlingin ofta er til aðrar granskarar og ikki til almenningin.

Tað krevjast aðrir og serligur førleikar at kunna meira alment um gransking og granskingarúrslit. Evnini eru ofta bæði umfatandi og torskild, so tað er neyðugt at duga at fortelja søgurnar einfalt og skipað, uttan at tær fyri tað missa sítt virðið.

Øll uppskot vælkomin

Granskingarráðið bjóðar øllum at senda inn uppskot um, hvør skal fáa heiðurin fyri bestu miðlingina av gransking fyri 2019. Í uppskotinum skal grundgevast fyri, hví víðkomandi eigur at fáa heiðurin. Best er, um víst verður til greinir, bøkur, sendingar ella líknandi sum dømi um góðu miðlingina. Tað ber eisini til at senda slóðir til keldurnar.

Ein dómsnevnd við umboðum frá felagnum Føroysk Miðlafólk, Fróðskaparsetrinum og Granskingarráðnum fer at finna besta boðið millum innkomnu uppskotini. Nevndin er eisini heimilað sjálv at grundgeva fyri uppskotuim til móttakarar.

Granskingarráðið greiðir frá, at dómsnevndin fer at meta uppskotini út frá hesum evnum:

• Miðling á einum høgum stigi til ein breiðan skara
Evnini at fanga fólk uttanfyri granskingarheimin og samstundis at varðveita eitt høgt fakligt stig í gransking eins og í miðling.

• Íkast til at økja um fatanina av gransking fyri samfelagið
Evnini til við greiðari miðling at økja um fatanina av, hvussu stóran týdning gransking hevur fyri samfelagið.

• Fangandi og kjakkveikjandi miðling
Evnini til at miðla á ein fangandi og kjakkveikjandi hátt og harvið vera við til at byggja brýr millum vísindaliga heimin og samfelagið annars.

Seinasta freist at senda uppskot inn um, hvør skal móttaka heiðurin, er 15. oktober 2020. Uppskot skulu sendast til Granskingarráðið við telduposti til gransking@gransking.fo ella við boðum á Facebook.

Heiðurslønin latast á 8. sinni

Heiðurslønin varð latin á fyrsta sinni í 2012, tá Dorete Bloch professari í lívfrøði fekk heiðurin og ein kekk á 5.000 kr.


Í 2013 var Pál Weihe, professari í fólkaheilsufrøði, heiðraður
Í 2014 var Kári Sólstein, journalistur, heiðraður.
Í 2015 var Bogi Hansen, professari, í havfrøði heiðraður
Í 2016 varð hildin steðgur
Í 2017 var Jens-Kjeld Jensen, heiðsursdoktari, heiðraður
Í 2018 var Magni Mohr, professari í arbeiðs- og ítrottarfysiologi, heiðraður.
Í 2019 var Lis Mortensen, náttúrulandafrøðingur heiðrað.