Hvørjumfallið í fokus
11.02.2014
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Hvørjumfallið í fokus

Hjalmar P. Petersen hevur í døgunum 6. og 7. februar luttikið á symposiunum Grammatik i fokus í Lund.


Har legði hann fram granskingarúrslit um hvørjumfallið og hvørjumfalsmiss í føroyskum. Komið varð inn á grundir fyri, hví hvørjumfallið hvørvur. Kanningar vísa, at tað er serliga innan vissar merkingarbólkar, ið sagnorðini hava, at burturfallið hendir, og her hendir tað skjótast.

Eitt dømi er eftir sagnorðið “at náa”, har fólk kunnu loyva ‘vit náa ikki tindin á Trøllkonufingri í dag’ fyri ‘vit náa ikki tindinum á Trøllkonufingri í dag’. Hugt varð eisini at, um formurin, ið navnheildin hevur, spælir inn. T.e., er meira hvørjumfalsmissur í óbundnum navnheildum enn í bundnum. Hetta vísti seg ikki at halda, uttan í frasum sum: ‘hann hevur verið í barnagarð í dag’ fyri ‘hann hevur verið í barnagarði í dag’.

Loksins skal sigast, at arbeitt verður framhaldandi við hvørjumfallinum í føroyskum, og hvussu hetta háttar sær.