Hvørsfall í germanskum og klípi í føroyskum
Skriva út

Hvørsfall í germanskum og klípi í føroyskum

Bókin Germanic Genitives, ið er greinasavn frá eini verkstovu um hvørsfall, er júst komin út.


Tað er John Benjamins, ið gevur bókina út. Hon telur 328 blaðsíður, sum allar á onkran hátt snúgva seg um hvørsfall í germanskum. Bókin er úrslit av eini verkstovu á Freie Universität Berlin í tíðarskeiðnum 22. mai til 24. mai 2014. Ymiskir granskarar tóku lut, og vórðu ymisk germansk mál umrødd, millum teirra føroyskt, jiddiskt og íslendskt. Eisini mál sum frísiskt og luksemburgiskt. 
Bókin gevur innlit í hvørsfalsnýtslu og hvørsfalsmynstur í germanskum, og her eru greinar um syntaks, morfologi og merking. Hjalmar P. Petersen, lektari á Føroyamálsdeildini, hevur saman við Renatu Szczepaniak greinina "The development of non-paradigmatic linking elements in Faroese and the decline of the genitive case". Her verður hugt at gongdini frá hvørsfalsviðseting sum dags verk til samansetingar sum dagsverk, og verður víst á, hvar føroyskt hevur sokallað paradigmatisk klípi, og hvar málið hevur ikki paradigmatisk klípi. Tað fyrra er –s í dag-s-verk, tað seinna er –s í elli-s-heim; hetta verður kallað ikki-paradigmatiskt, tí tað ikki hevur samband við gomlu bendingina av elli. Víst verður í greinini, hvussu –s breiðir seg sum samansetingarklípi, og eisini verður komið inn á, at fonologiin kann spæla inn, tá ið valt verður ímillum –ar og –a. Tað merkir, at –ar verður lættari til –a, um seinna orðið byrjar við einum obstruenti, sum: bygdargenta > bygdagenta. Obstruentar eru ljóð sum –p, -t, -b, -s. Tey, ið hava ritstjórnað, eru Tanja Ackermann FU Berlin, Horst J. Simon FU Berlin og Cristian Zimmer FU Berlin.