Hvørsfallið og grammatikaliseringin av fyrisetingini ‘hjá’
Hjalmar P. Petersen hevur saman við Renatu Szczepaniak hildið ein fyrilestur á einari ráðstevnu í Berlin.
Fyrilesturin hevði heitið: The decline of the synthetic genitive and the grammaticalization of prepositional phrases as possessive constructions in Faroese.
Fyrilesturin var á ráðstevnuni/arbeiðsstovuni Germanic Genitives, sum hildin var á Freie Universität Berlin í tíðarskeiðinum 22-24 mai.
Fyrilesturin er, saman við tveimum greinum um samansetingarklípi í føroyskum, úrslit av einum granskingarsamarbeiði ímillum Hjalmar og Renatu, ið er professari í Germanistik I á universitetinum í Hamborg í Týsklandi. Í fyrilestrinum varð m.a. víst á, at ein grammatikalisering av ‘hjá’ er hend:
Regin Smiður, ør. 74 (Hammershaimb):
Eg kann ikki dvøljast
her í nátt hjá tær,
tí Hjalprek saknar meg
í hásætinum hjá sær.
(CCF 1E I).
Her ber til at hava tvær merkingar:
(1) Hjalprek saknar meg í hásætinum undir liðini á sær. Hetta er tann gamla staðarmerkingin við ‘hjá’, og her er eingin grammatikalisering hend. Men so ber til at fata ørindið sum:
(2) Hjalprek saknar meg í sínum hásæti. Her er talan um possessiva merking.
Tað, sum er áhugavert við ørindi 74, er, at Hammershaimb broytir í hásætinum hjá sær frá ‘úr hásæti hjá sær’, sum er hjá Schrøter (CCF 1AaI). T.e., at Hammershaimb hevur eina possessiva merking, meðan tað bara er staðarmerkingin, sum ber til hjá Schrøter.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...