Hvussu er tað at lesa Tónlist á Setrinum?
Umsóknarfreistin til bachelor í Listaligum arbeiði er nú 1. juni, og her er ein lesandi, Sigmund V. P. Zachariassen, sum greiðir frá, hvussu lestrarlívið er á hesi útbúgvingini
Í samrøðurøðini, Seturstos, sum er í umfari á sosialu miðlunum nú, og sum eisini liggur á youtube, hava vit gjørt samrøður við lesandi á Setrinum frá ymiskum útbúgvingum, so at umsøkjarar kunnu fáa innlit í, hvussu tað í roynd og veru er at taka eina universitetsútbúgving á Fróðskaparsetri Føroya.
Stóra umsóknarfreistin er 1. juli, men tann eina, bachelor í Listaligum arbeiði, hevur freist ein mánað fyrr, altso 1. juni, tí umsøkjarar skulu eisini lata egin verk inn saman við umsóknini. Á hesi útbúgvingini kanst tú velja millum tónlist og ritlist.
Lesið meira um útbúgvingina her.
Benjamin Petersen, gittaristur, hevur sett seg saman við Sigmundi V. P. Zachariassen á eitt bókasavn fyri at tráðspyrja hann um, hvussu tað er at lesa Tónlist á Setrinum, og hví hann hevur valt júst hesa útbúgvingina. Undir samrøðuni teknar Rannvá H. Glerfoss, sum lesur Ritlist á Setrinum, tað, sum rennur henni til hugs, við at lurta eftir prátinum.
Mong góð gullkorn komu fram undir samrøðuni millum hesar báðar dugnaligu tónleikararnar, og Rannvá fekk eina fína plakat burtur úr prátinum, sum hon eisini blandaði seg uppí.
Hyggið eftir samrøðuni um Tónlist her.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...