Screenshot_2021-04-20 Dimmalætting Sosialurin Norðlýsið - Google Search.png
20.04.2021
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Hvussu hevur korona ávirkað privatu miðlarnar?

Nýggj útgáva: Norðurlendskir miðlagranskarar hava skrivað frágreiðing um, hvussu korona hevur ávirkað privatu miðlarnar í Norðurlondum

Heini í Skorini og Rógvi Olavson á Fróðskaparsetri Føroya hava skrivað tann partin í miðlafrágreiðingini, sum snýr seg um Føroyar. Tað er Norðurlendska Ráðharraráðið, sum hevur bílagt rapportina, og hon verður løgd fram á einum almennum webinari hósdagin 22. apríl klokkan 12 okkara tíð.

Øll kunnu melda seg til talgilda tiltakið her.

Koronufarsóttin hevur ávirkað miðlarnar á ymiskan hátt, og niðurstøðurnar eru bæði daprar og bjartar og peika ymsar vegir. Nakrar av niðurstøðunum í frágreiðingini eru:


- Privatu miðlarnir hava mist nógvar lýsingarinntøkur sum avleiðing av korona

- Í kappingini um lýsingarpengar hava globalir tøknirisar, so sum Google og Facebook, styrkt sína marknaðarstøðu enn meira, samanborið við fjølmiðlarnar í londunum

- Eftirspurningurin eftir professionellum journalistikki er samstundis vaksin munandi undir koronu

- Eftirspurningurin eftir siðbundnu, privatu miðlunum og almennum public service-miðlum er vaksin munandi

- Hugurin at rinda fyri journalistikk á netinum er vaksin munandi undir koronu

- Ongantíð áður hava privatu miðlarnir fingið so stóran almennan stuðul sum undir koronu

- Hóast farsóttin hevur verið stórur bági vegna svinnandi lýsingarinntøkur, so kann farsóttin eisini slóða fyri nýggjum og meiri burðardyggum virkisfrymlum


Farsóttin hevur rakt føroysku miðlarnar ymiskt. Summir miðlar hava verið noyddir at repa seglini, skerja útgávur og minka um starvsfólkahópin, men aðrir miðlar siga frá vøkstri. Teir privatu miðlarnir tykjast tó at hóra undan, men ónøgdin er eisini stór.

Ætlaðu broytingarnar í føroyska miðlastuðlinum elva til ónøgd, og øktu útreiðslurnar í sambandi við blaðútbering vekja eisini ónøgd.


Øll frágreiðingin kann lesast her.