Hvussu komi eg víðari við ph.d.-verkætlanini?
Hósdagin tann 14. novembur kl. 9-12 verður sprotabólkafundur fyri ph.d.-lesandi og tey, sum hava áhuga í at skriva eina ph.d.
Vegna Vísindamót, íð er felag fyri tey akademisku starvsfólkini á Setrinum, bjóðar Kristianna Hammer øllum ph.d.-lesandi, og teimum sum hava áhuga í at hoyra meira um, hvussu ein ph.d.-verkætlan verður útinnt, at koma á fund tann 14. novembur kl. 9-12 á Jónas Broncks gøtu 25, stovuhædd.
Endamálið við sprotabólkinum er at skapa eitt fakligt umhvørvi fyri ph.d-lesandi, m.a. við at skipa fyri ph.d.-skeiðum og veita stuðul til tey, sum ætla sær í gongd við at eina ph.d.-ritgerð. Kristianna Hammer, stigtakari, greiðir soleiðis frá:
“Hugsanin er, at arbeiða individuelt við tykkara verkætlan, við vegleiðing, kritikki og spurdómum o.ø. Hugsanin er eisini, at vit møtast 3. hvønn mánað. - Sprotabólkurin er ein opin og frívilligur bólkur, og vit vilja sjálvsagt fegin hoyra hugskot um, hvussu ein slíkur bólkur kann virka frameftir."
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...