Hvussu rúmlig er heimastýrisskipanin?
“Heimastýrisskipanin – høgt til loft og vítt til veggja?" eitur stór ráðstevna, sum Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetrinum skipar fyri í Kongshøll 2. apríl (ÚTSETT)
Á ráðstevnuni fara føroyskir og útlendskir løgfrøðingar at umrøða heimastýrisskipanina úr ymiskum sjónarhornum.
Fyrst verður hennara stjórnarrættarliga støða viðgjørd. Harnæst kemur spurningurin um møguliga endurskoðan av skipanini, ikki minst í sambandi við politiskt aktuellu uttanríkisheimildir Føroya. At enda verður eisini umrøða av, hvørja støðu dómsvaldið eigur at hava í eini heimastýrisskipan.
Tiltakið er alment, og atgongumerki kostar 200 krónur.
Fólk, sum hava hug at luttaka, skulu tekna seg í seinasta lagi mánadagin 30. mars. Tilmelding fer fram her. (ÚTSETT - nærri kunning seinni)
Á skránni eru nógvir spennandi fyrilestrar hjá Halgiri Winther Poulsen, Bárði Larsen, Fredrik Harhoff, Jens Hartig Danielsen, Kristiani Joensen, Ole Spiermann, Friedrich Wieland, Bjørn Kunoy, Markku Suks og Christiani Andreasen.
Lesið meira um skránna her. (ÚTSETT - nærri kunning seinni)
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...