Hvussu tilflytarar skapa sær tilknýti í Føroyum
Erika Anne Hayfield og Mariah Schug hava givið út grein við heitinum: ‘It’s like they have a cognitive map of relations’: Feeling strange in a small island community. Greinin er í altjóða tíðarritinum Journal of Intercultural Studies. Greinin snýr seg um, hvussu tilflytarar skapa sær tilknýti í einum smásamfelagi sum Føroyum.
Søguliga hava Føroyar verið eitt lutfalsliga homogent samfelag, tá ið talan er um tjóðar- og etniskan uppruna. Hóast føroyska samfelagið er í broyting og gerst alsamt meira samansett, er tað kortini framvegis væl meira homogent enn flestu londini kring okkum. Greinin viðger, hvussu hetta og tað, at Føroyar eru eitt lítið samfelag, hevur árin á, hvussu tilflytarar fóta sær.
Í størri samfeløgum, serliga í stórbýum, eru sambond millum menniskju merkt av, at fólk ofta eru meira fremmand fyri hvørjum øðrum. Har ert tú meira anonymur, og í tílíkum umhvørvum er ofta størri ymisleiki. Føroyar eru eitt smásamfelag við tøttum netverkum, har ið fólk kennast væl, og tilflytarar eru týðiliga eyðmerktir - ofta við útsjónd og máli, men eins nógv tí, tey ikki hava eina fortíð í netverkunum. Hetta hevur grundleggjandi ávirkan á upplivingarnar hjá tilflytarum, og hvussu hesi skapa tilknýti.
Tilflytarar, sum hava búð í Føroyum í eina tíð, vísa á, at føroyska samfelagið er nógv broytt seinastu árini, og at økta tilflytingin hevur við sær, at alsamt fleiri ókend andlit eru at skoða í samfelagnum. Hetta, uppliva tilflytarar, kann vera jaligt, tí tey kenna seg ikki so einsamøll sum fremmand. Hinvegin kann tað eisini skapa eina ávísa órógv millum summar føroyingar, tí fólk hava fyrr kent ella kunna eyðmerkt hvønn annan. T.v.s. føroyingar hava ikki verið vanir við at síggja nógv fremmand andlit. Tilflytarar kenna tí, at tað ávirkar, hvussu tey verða viðurkend av samfelagnum, tá ið fremmand gerast fleiri í tali.
Sum heitið á greinini bendir á, uppliva tilflytarar, at føroyingar tykjast hava eitt kognitivt kort í høvdinum yvir nógvu umskarandi sambondini ímillum fólk, og fyri tilflytarar er hetta avbjóðandi at navigera í. Tá føroyingar hitta fólk, tey ikki kenna, er tað vanligt at finna útav, hvar tey hoyra til, og hvør upprunin er. Á tann hátt verða fólk sett inn í kognitiva kortið - tey verða “staðsett”. Hevur ein ikki røtur í føroyskum netverkum, gerst tað torført at “staðseta” fólk, sum eru tilflytarar.
Hetta hongur saman við, at tilvitanin føroyingar hava um hvønn annan, er grundað í at hugsa í netverkum, t.e. hvørji sambondini eru millum fólk. Ofta er talan um sambond, ið umskarðast, tí fólk hava fleirsambond við hvørt annað. Við øðrum orðum kennast fólk í fleiri samanhangum. Tað kann vera í familjuhøpi, í arbeiðshøpi, í gjøgnum børnini, í frítíðarvirksemi o.s.fr. Avleiðingin er, at sambond í Føroyum eru tjúkk og hava grundleggjandi ávirkan á, hvussu føroyingar navigera í ymsum samanhangum. Tað er júst hetta, sum er sera torført hjá tilflytarum at skilja og gerast partur av.
Greinin byggir á samrøður við tilflytarar úr 24 ymiskum londum. Hetta er partur av verkætlan um tilflyting til Føroya, har ein spurnarkanning eisini er gjørd millum føroyingar. Úrslitini av spurnarkanningini verða útgivin fyri seg.
Samandráttur av greinini á enskum:
Living with strangers is a feature of modern life, typically conceptualised in urban contexts in terms of anonymity and diversity. Strangers in small places, on the other hand, have received less attention; possibly, because there is an assumption that such places are relatively stable, static or homogenous. In small places, typically characterised by high levels of familiarity and close social networks, strangers may have different experiences. Therefore, we are concerned with immigration to small places and feeling strange in such settings. We employ the concepts of the stranger and place-belongingness to understand the experiences of immigrants to the Faroe Islands. The findings from this interview-based study are structured around three main themes. In the first, strangers in places characterised by high familiarity, we discuss how informants experience and navigate Faroese networks. In the second, negotiating place-belongingness, the discussion focuses on how immigrants negotiate belonging and how relations, security, and time, impact place-belongingness. The third theme, boundaries of belonging, refers to the politics of belonging. In this theme, we discuss how language and identity are key sites of tension in creating boundaries, determining who belongs versus who is rendered a familiar stranger.
- 17.12.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinFøroyska COVID19-stýringin í stórari altjóða útgávuTað vóru serliga kanningarnar og tilmælini, sum vóru sers...
- 16.12.2024 Setrið NámsvísindadeildinTá málið skuggar fyri rættinum til útbúgvingTilflytarabørn hava menniskjarætt til útbúgving, og spurn...
- 16.12.2024 Setrið NámsvísindadeildinLívið sum læraralesandi í FøroyumLæraralesandi á Setrinum, sum Kringvarp Føroya hevur tosa...