korona-mynd-1.jpg
Brynhild Thomsen
16.02.2022
Setrið Depilin fyri heilsugransking
Skriva út

Hvussu var tað at hava omikron?

Deildin fyri arbeiðs- og almannaheilsu heitir á fólk um at svara spurnarkanning um sjúkueyðkenni av omikron

- Hevur tú, sum hevði koronu í januar, svarað spurnakanningini um sjúkueyðkenni?

Soleiðis spyr Deildin fyri arbeiðs- og almannaheilsu, sum ger eina kanning av, hvussu koronusjúk fólk í januar høvdu tað.

Øll tey, sum fingu staðfest koronu frá 1. til 31. januar, hava fingið teldupost frá landslæknanum við fyrispurningi um at luttaka í spurnakanningini. Tað tekur 3-5 minuttir at svara spurnablaðnum, siga tey.

Tilsamans hava 4150 fólk svarað higartil, men ynskiligt er við enn fleiri luttakarum.

- So um tú vilt taka lut, men enn ikki hevur svarað, so vilja vit heita á teg at fara inn at svara spurnablaðnum, sum tú hevur fingið. Kanningin er opin til endan av februar mánaði, sigur Deildin fyri arbeiðs- og almannaheilsu.