Í DAG ER UMSÓKNARFREIST
15.04.2015
Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Søgu- og samfelagsdeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Í DAG ER UMSÓKNARFREIST

Í dag 15. apríl er umsóknarfreist at søkja inn til bachelorlestur á Setrinum eftir kvotu 2 skipanini.


Kvota 2 er møguleiki fyri tey, har miðaltalið í gymnasiala miðnámspróvnum ikki er nóg gott, ella tey hava annað javngott prógv á sama stigi ella hægri. Her verða eisini aðrir førleikar enn gymnasialt miðnámsskúlaprógv tiknir við í metingina. Um ein umsøkjari ikki hevur føroyskt á miðnámsskúlastigi, verður eisini søkt inn eftir kvotu 2. Hesir umsøkjarar skulu so upp til eina málsroynd og eftirfylgjandi samrøðu. Nærri boð verða givin um hesar royndir.

Upp til 20% av teimum lesandi verða tikin inn eftir kvotu 2-skipanini.

Á Fróðskaparsetrinum verða nýggj lesandi tikin inn at lesa bachelorlestur á Námsvísindadeildini, Sjúkrarøktarfrøðideildini, Søgu- og Samfelagsdeildini og á Føroyamálsdeildini á hvørjum ári. Á Náttúruvísindadeildini verður í ár tikið upp til Orkuverkfrøði. Tikið verður upp aftur til Lívfrøði og KT-verkfrøði í 2016. Sostatt er í 2015 møguleiki at søkja inn á minst 8 ymiskar bachelorútbúgvingar á Setrinum. Hesar verða lýstar niðanfyri.


Her fáa tit nærri kunning um UPPTØKU 2015: