Í Montessori-starvslæru á Filipsoyggjum
Lærara- og námsfrøðilesandi hava verið úti í starvslæru, og summi hava verið í fjarskotnum londum.
Heini Ziska Dahl, læraralesandi, sum tekur linjugreinina sernámsfrøði, hevur verið í starvslæruvenjing á Children’s Paradis Montessori school í Cebu í Filipsoyggjum, sum er skúli, ið tekur næmingar við serligum tørvi.
Vit hava sett Heina Ziska Dahl nakar spurningar í sambandi við starvslæruna.
Hví valdi tú at fara til Filipsoyggjar?
– Júst hesin skúlin hevur lagt onkur brot á Youtube har tey syngja og spæla. Tey duga sera væl, og eg ynskti at síggja, hvussu tey gera, fyri at fáa næmingar við serligum tørvi at megna hetta. Hann er kosin ársins Montessoriskúli í Cebu í 2012, 13, 14, 15, 16, og 17, so hann hevur nógv at bjóða.
Hví valdi tú at fara á ein Montessori skúla?
– Dr. Maria Montessori var ein hugtakandi kvinna, sum m.a. menti ein leist at skipa undirvísing, sum gevur góð og mátilig úrslit. Hennara ástøði eru áhugaverd og viðkomandi, hóast tey vórðu ment í seinastu øld. Eg kann viðmæla øllum at lesa onkrar av hennara bókum.
Tit gjørdu eina verkætlan við fiskum og grønmeti í samansettari gróðurskipan, er hetta serliga hóskandi til børn við serligum tørvi?
– Vit arbeiddu við sokallaðum “aquaponics”, har fiskar og grønmeti eru partar av somu skipan. Næmingar læra tvørfakliga, og avbjóðandi hugtøk gerast áhugaverd og ítøkilig. Montessori mátin at læra tekur støði í, at alt sum er í intellektinum má fyrst hava verið í sansunum. Hetta økir teirra førleikar á nógvum økjum í senn, og so er samstarv millum næmingar eisini gott fyri inklusjón, og økir trivnaðin á skúlanum.
Fekst tú nakað burturúr, sum tú ikki hevði fingið við at verið heima?
– Sól og summar í februar, umframt eitt montessoriumhvørvi, sum ikki finnst í Føroyum. Starvslærararnir, eins og aðrir lærarar á skúlanum, brenna fyri at læra og vísa mær, hví tað tey gera er so gott, og hví onnur kunnu læra av at brúka henda leistin. Eg fekk íblástur og ment góð sambond, sum hava við sær, at vit longu eru farin undir at leggja mína næstu vitjan til rættis. Tá verður endamálið at gera Children's Paradise Montessori School til fyrsta ECO-school í Cebu.
Hvat av tí tú lærdi í Filipsoyggjum kundi tú hugsað tær at tikið við tær inn í føroyska skúlan?
– Haldi at Montessori hátturin er sera góður til at læra børn (og vaksin) at rokna, at arbeiða og hugsa sjálvstøðugt. At hjálpa næmingum at finna síni áhugamál, so tey í størri mun taka ábyrgd av egnu læring.
Annað?
– Alt gott um at fara í starvsvenjing í Føroyum, men at fara út um landoddarnar at læra okkurt nýtt, sum kann geva íblástur her hjá okkum, er av stórum týdningi fyri føroyska skúlan. Og so hendir tað eisini, at vit hava nakað at geva, meðan vit læra.
Næmingarnir á CPMS gjørdu hetta brotið til Heina sum takk fyri tíðina. Hetta liggur á hansara facebook vanga: Sí her
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...