ICLaVE7
03.07.2013
Føroyamálsdeildin
Skriva út

ICLaVE7

Í døgunum 25-28 juni var ráðstevna í Tróndheimi um málvariatión. Ein føroysk sektión var, har Hjalmar P. Petersen, dr. phil., Kurt Braunmüller, prof., og Karoline Kühl, dr. phil. luttóku.


Stórur áhugi var fyri tí føroyska tilfarinum, og var eisini orðaskifti eftir fyrilestrarnar, har m.a. orð varð skift um føroyskt tvímæli og málrøkt, og hvussu málrøktin møguliga kann hava skapt diglossia. Ikki øll vóru samd í hesum.

Karoline Kühl tosaði um føroyskt-danskt og legði dent á, at hetta er ein serligur variantur av donskum. Hon vísti dømi við føroyskum-donskum úr talu og skrift.

Hjalmar P. Petersen hevði fyrilestur um úrslitið av málamótinum við danskt, og vísti á, at vit í føroyskum hava fingið eitt margfeldi í setningsbygnaðinum, men eisini einfaldan. Eisini kom hann inn á fráhall, t.e., at fólk vilja líkjast frá øllum donskum og skizoglossia.

Kurt Braunmüller hevði ein fyrilestur um týdningin av at góðtaka talumál, og kom hann inn á, hvussu tann føroyska purisman hevur skapað eina nýggja støðu. Frá at hava verið eitt málsamfelag við diglossia, har danskt var tann høgi varianturin og føroyskt tann lági, er mann nú komin til eitt málsamfelag, har tað puristiska føroyska er tann høgi varianturin, og talumálið tann lági varianturin. H. Sandøy mótmælti hesum, og metti, at talan er um stílvariatión.