28.10.2014
Altjóða Skrivstovan
Skriva út

IELTS - ensk málroynd

Enn ber til at melda seg til ensku málroyndina IELTS, sum verður 8. november.


Í Føroyum ber nú til at taka ensku málroyndina - IELTS - í staðin fyri TOEFL royndina. IELTS royndin er ein av góðkendu málroyndunum, sum útlendsk universitet krevja.

Royndin er vanliga í mai og november.

Komandi roynd verður 8. november 2014

Tú teknar teg her. Fylg leiðbeiningini, og tá tú hevur teknað teg, fært tú ein teldupost, ið sigur, hvat tú síðani skalt gera. Um góðskan verður nóg góð, ber væl til at skanna skjølini og senda tey við telduposti.

Tú kanst lesa meiri um royndina her.

Les meiri á viðfestu PDF-fíluni.

IELTS_2014.pdf