29.04.2014
Altjóða Skrivstovan
Skriva út

IELTS verður 17. mai

Leygardagin 17. mai verður enska málroyndin IELTS. Freistin at tekna seg er 10. mai.


IELTS royndin er ein av góðkendu málroyndunum, sum útlendsk universitet krevja. Hon er ístaðinfyri TOEFL royndina.

Royndin er vanliga í mai og november.

Komandi roynd verður leygardagin 17. mai. Seinasta freist at tekna seg er 10. mai.


Tú teknar teg her. Fylg leiðbeiningini, og tá tú hevur teknað teg, fært tú ein teldupost, ið sigur, hvat tú síðani skalt gera. Um góðskan verður nóg góð, ber væl til at skanna skjølini og senda tey við telduposti.

Tú kanst lesa meiri um royndina her.