Inge Knutsson deyður
Inge Knutsson, føddur 10. mai 1948, deyður 5. oktober 2015, var ein svenskur bókmentatýðari. Hann týddi úr føroyskum, íslendskum, norskum og, í minni mun, úr donskum.
Bränning och bleke, eitt savn av týddum yrkingum eftir ymisk føroysk skald í týðing hjá Inge Knutsson kom út í 1976. Sune Nordgren gjørdi myndir til bókina.
Í 1985 stóð týðing hjá Inge av stuttsøgu eftir Magnus Dam Joacbsen við heitinum “De törstiga i Tórshavn” í tíðarritinum Bonniers Litterära Magasin (BLM) 5.
Inge týddi skaldsøguna Leikur tín er sum hin ljósi dagur eftir Jens Paula Heinesen í 1986. Hon eitur í týðing hansara Din lek är som den ljusa dagen. Týðingin er ikki útgivin.
Eitt savn av yrkingum eftir William Heinesen í týðing eftir Inge kom út í 1987 við heitinum Hemma på jorden.
Í september 1997 var Inge Knutsson á skeiði fyri týðarar úr føroyskum, sum Rithøvundafelag Føroya hevði biðið bókmentafrøðingar á Føroyamálsdeildini halda. Skeiðið fór fram á Háskúlanum, og eisini búðu luttakararnir, sum vóru komnir úr øðrum londum, har. Inge var somuleiðis á Úthavsdøgum, ráðstevnuni um William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen, sum Fróðskaparsetrið og Norðurlandahúsið skipaðu fyri várið 2000, tá ið hundrað ár vóru, síðan teir báðir rithøvundarnir vóru føddir. Tá var sonur Inge við í ferðini. Inge fylgdi væl við, skrivaði viðhvørt í svensk bløð um norðurlendskar bókmentir og var ikki altíð samdur við nevndina, sum útnevndi vinnarin av Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.
Heiðrað veri minnið um Inge Knutsson.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...