Innbjóðing til verkætlan um siðbundið føroyskt handverk
Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning bjóðar nú tær/tykkum, ið fáast við siðbundið handverk, at gerast partur av NPP-verkætlanini ”Economusée/Craft International”.
Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning bjóðar nú tær/tykkum, ið fáast við siðbundið handverk, at gerast partur av NPP-verkætlanini ”Economusée/Craft International”. Verkætlanin er framhald av Economusée-tiltakinum, sum m.a. er á Trøllanesi. Málið er at fáa 2 ella 3 Economusée afturat í Føroyum tey næstu 3 árini, og tí verður hetta boðið út nú.
Verkætlanin ber í stuttum í sær at umskapa títt handverk til at gerast eitt tiltak, har tú vísir fram teknikkin handan handverkið og tann siðbundna kunnleikan, ið er knýttur at hesum handverki. Tað er eingin avmarking í, hvat slag av handverki tað er: træ, metal, leir, ull, matur o.a.
Málið við verkætlanini er at sameina mentan og siðvenju og skapa eitt burðardygt tiltak til frama fyri teg sum framleiðara og fyri samfelagið, her undir ferðavinnuna.
Fyritreytir fyri at luttaka
1. Títt virksemi nýtir siðbundnan teknikk og/ella siðbundna vitan í framleiðsluni
2. At tú av heilum huga vilt lata dyrnar upp fyri almenninginum fyri at sýna fram handverkið og vitanina um hetta handverkið, umframt at lata almenningin hitta tey, ið gera handverkið
3. Hevur umstøður, ið eru lagaðar til framsýning og kunning um handverkið, ella hevur møguleika at skapa slíkar umstøður.
Hvat fært tú afturfyri
1. Tú fært fakliga ráðgeving til at umskipa og tilrættaleggja nýggja tiltakið.
2. Hjálp til kunningarpartin, bæði fakliga og fíggjarliga.
3. Verður partur av netverkinum Craft International, m.a. í marknaðarføringini. Eitt netverk, ið fevnir um londini Føroyar, Grønland, Norra, Ísland, Jämtland, Írland og Kanada.
Umsóknirnar verða latnar einari nevnd, ið kemur at meta um tiltakið og gera av, hvør ið fær møguleikan at luttaka. Meiri kunning um verkætlanina og nevdina er at finna á www.socdev.fo
Skriva nøkur orð um, hví tú heldur, at júst títt/tykkara virksemi hóskar sum eitt Economusée undir Craft International, tó í mesta lagi eina A4 síðu. Legg dent á fyritreytirnar omanfyri.
Umsóknarfreistin er 20. januar 2012.
Umsóknin skal sendast til:
Granskingardepilin Fyri Samfelagsmenning,
Vágsvegur 48,
postboks 18,
900 Vágur.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Eru fyrispurningar hesum viðvíkjandi, ger so væl at seta teg í samband við info(at)socdev.fo ella Dennis Holm, tlf. 604070.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...