22.08.2017
Til lesandi Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Innleiðsla á Søgu- og samfelagsdeildini

Mánadagin 21. august var innleiðsla á Søgu- og samfelagsdeildini fyri teimum knappliga 100 nýggju lesandi.


Hesi hava tikið av einum lestrarplássi til eina av teimum 9 útbúgvingunum á deildini, 4 bachelor útbúgvingar og 5 masterútbúgvingar.

Innleiðslan varð skipað í teimum stóru hølunum í veghæddini Jónas Broncksgøtu 25. Tey nýggju lesandi vórðu á innleiðsluni m.a. kunnaði um deildina, lestrarráðið, útbúgvingarnar, fyrisitingina, lestrarvegleiðingina eins og mentorarnir eisini kunnaðu um teirra leiklut. Eisini fingu tey lesandi høvi til at heilsa uppá starvsfólkini á deildini.

Eftir ábit, kaffi og køkur í kantinuni vórðu tey nýggju lesandi víst runt í húsunum í Jónas Broncksgøtu. At enda var ein meira óformligur partur av skránni, har tey lesandi fingu høvi til at seta spurningar um ymisk viðurskifti í samband við lesturin.

Í góðveðrinum fóru vit eisini ein túr oman á Skansan, har myndir av nýggjum lesandi og starvstólkum á deildini vóru tiknar.