Innleiðsludagur á Søgu- og Samfelagsdeildini.
Mánadagin tann 03. september møtti 40 nýggj lesandi til teirra fyrsta arbeiðsdag á Søgu- og Samfelagsdeildini.
Dagurin byrjaði við eini røðu frá Maluni Marnersdóttir, dekani á Megindeildini fyri Hugvísindi, Samfelagsvísindi og Námsvísindi. Malan bjóðaði teimum nýggjum lesandi hjartaliga vælkomin og greiddi teimum m.a. frá, hvat tað merkir at vera lesandi á einum hægri lærustovni.
Síðandi varð morgunbreyð og ein møguleiki fyri góðum práti. Harnæst greiddi Hans Andrias Sølvará, deildarleiðari, frá deildini og hvussu útbúgvingarnar eru skipaðar.
Julia Halldórsdóttir Hansen og Hanus Samró, bæði lesandi á 3. ári, greiddu frá lívinum sum lesandi á SSD. Tey høvdu eitt nú við sær nakrar ætlanir um felags tiltøk, hetta til at sjóða saman teir nú 3 árganginar av lesandi og sum liður í at skapa eitt gott lestrarumhvørvi.
Nú eru fyri fyrstu ferð nakrantið tríggir árgangir av lesandi á Søgu- og Samfelagsdeildini. Tað eru tí tilsamans omanfyri 100 fulltíðar lesandi. Harumframt er eitt líka stórt ella størri tal av stakskeiðslesandi.
Møguligt er at lesa 3 ymiskar bachelorútbúgvingar á deildini, umframt at taka eitt nú masterskeið í lóg. Á Søgu- og Samfelagsdeilidni eru í løtuni normeraði 7,5 vísindastørv og 1.25 skrivstovustørv.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...