Innleiðsludagur fyri nýggjum BA-studentum á Føroyamálsdeildini
07.09.2012
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Innleiðsludagur fyri nýggjum BA-studentum á Føroyamálsdeildini

Mánadagin 3. september var innleiðsludagur á Føroyamálsdeildini fyri studentum, sum byrja á BA í føroyskum máli og bókmentum.


Dagurin byrjaði við, at Jógvan í Lon Jacobsen, deildarleiðari, bjóðaði studentunum vælkomnum og kunnaði teir um lesturin. Næsta punkt á skránni var, at lærarar, PhD´arar og starvsfólk vórðu presenteraði og kunnaðu um ávíkavist undirvísing, verkætlan og arbeiðsøki. Síðani helt Malan Marnersdóttir, dekanur fyri Hugvísindadeildini røðu. Ein BA-studentur greiddi frá sínum tvey ára lestrarroyndum, og Studni greiddi frá stuðulsmøguleikum. Eftir hetta presenteraðu studentarnir seg sjálvan.

Aftan á ein matarsteðg á middegi greiddi Lív Lamhauge frá um Őstrøms fabrikk. Síðani høvdu studentarnir bólkaarbeiði og framløgu við evninum, hvussu teir ímyndaðu sær, at tað er at lesa føroyskt. Dagurin endaði við, at Jógvan í Lon Jacobsen greiddi frá, hvat tað vil siga, at lesa føroyskt sum eitt akademiskt fak.