Innleiðsluskeiðið
Í dag varð skipað fyri Innleiðsluskeiði fyri teimum nýggju lesandi á Fróðskaparsetri Føroya
Talan er um tiltak, har tey nýggju lesandi fáa høvi til at heilsa uppá hvønn annan og fáa kunning um viðurskifti, sum eru viðkomandi fyri tann lesandi.
Tiltakið byrjaði við, at Jóan Pauli Joensen, rektari bjóðaði vælkomin og gav teimum lesandi nøkur orð við á vegnum. Síðani fekk Sigurð í Jákupsstovu, komandi rektari orðið og eisini hann nýtti høvi til at bjóða vælkomin.
Firouz Gaini, antropologur og lektari á Fróðskaparsetrinum hevði spennandi hugleiðing um lestararlív, ið hann kallaði "At lesa er at liva".
Á skranni var eisini kunning frá Studna, MFS, Landsbókasavninum og Altjóða Skrivstovuni, eins og tey lesandi fingu kunning um samskiftið á Setrinum.
Teitur Lassen sang og spældi til tiltakið.
Aftaná vórðu øll boðin oman á Hvonn til Seturskafé.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...