25.08.2011
Føroyamálsdeildin Søgu- og samfelagsdeildin Námsvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Innleiðsluskeiðið 2011

Innleiðsluskeið fyri lesandi á Fróðskaparsetri Føroya verður fríggjadagin 26.august 2011 í Læraraskúlahøllini frá kl. 10 til kl. 13. Á hesi samkomu hittast øll nýggj lesandi til allar útbúgvingarnar, sum tikið er upp til í ár, og fáa høvi til at heilsa upp á hvønn annan.


Skráin er henda:

•    Kl. 10:00 Rektarin býður teimum nýggju lesandi vælkomnum á Setrið
•    Kl. 10:10 Kunning um stuðulsmøguleikar frá Studna
•    Kl. 10:30 Kunning um MFS, Føroyadeild
•    Kl. 11:00 Steðgur við tónleiki og ábiti
•    Kl. 11:30 Firouz Gaini hugleiðir um lestrarlív “At lesa er at liva”
•    Kl. 12:00 Kunning um at brúka Landsbókasavnið
•    Kl. 12:15 Kunning um Altjóða skrivstovuna
•    Kl. 12:30 Kunning um samskifti á Setrinum, t.e. setur.fo, FirstClass og um Seturskafe á Hvonn


Eftir ætlan er skráin liðug kl. 13, men frá kl. 14 verða øll boðin oman á Hvonn til Seturskafe. Hetta er tiltak, sum er hvønn fríggjadag á Hvonn frá 14 til 17. Her hava lesandi frá Setrinum møguleika til at hittast og kunnu - við at vísa fram lestrarkort - fáa 20% í avsláttri av úrvaldum vørum. Eisini er livandi tónleikur og ókeypis internetsamband. Í sambandi við innleiðsluskeiðið hava Setrið og Hvonn eitt serligt tilboð, har ið tey nýggju lesandi fáa eina bon og kunnu, við at avhenda hana á Hvonn, fáa Food & Beverage fyri einans 20 kr.