28.10.2011
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Innovasjón á SSD.

Við eini játtan frá Nordisk InnovationsCenter, fer Søgu- og Samfelagsdeildin í næstum at seta fokus á nýskapan í fiskivinnuni.


Talan er um eina verkætlan, við luttøku av partnarum í flestu norðanlondum. Verkætlanin er byrjað av íslendska innovasjónsfelagnum Innovit, og við SSD í projektleiðsluni.

Vinnan og tey lesandi í fokus.
Verkætlanin hevur til endamáls, at samanknýta vitan frá vinnuni við vitan frá lærdum háskúlum, til at skapa innovasjón. Hetta verður gjørt við at fáa virki og lesandi at samstarva um konkretar trupulleikar og at loysa hesar í felag, hetta við at seta upp sokallaðar “innovation-boot-camps”.

Ein Innovation-boot-camp er eitt stað, har ymiskir førleikar møtast og loysa ein ávísan trupulleika í felag. Í okkara føri vil hetta eitt nú vera fólk úr vinnuni, lesandi innan KT, verkfrøði og virkisbúskapi, sum loysa konkretar trupulleikar innan marina umhvørvið.

Fyriuttan at loysa konkretar trupulleikar, so er endamálið at fáa skapt samstarv í vinnuni uppá tvørs av landamørkum, og ikki minst, at eggja teimum lesandi at síggja teir stóru møguleikar sum liggja innan marina umhvørvið.

Øll tilgongdin verður dokumenterað á filmi, hvørs endamál verður at branda norðurlendska marina umhvørvið í altjóða samanhangi.

Fyrstu stigini.
Verkætlanin fer í gongd í 2012, har m.a. skal finnast skal fram til virki og lesandi, sum eru áhugaði at vera við í nýskapannartilgongdini. Tann fyrsti ‘boot-camp’ verður í Føroyum á sumri 2012.

Hevur tú hug at hoyra nærri um hesa verkætlanina, er møguligt at kontakta Gestur Hovgaard, lektara á SSD á gesturh(at)setur.fo ella á tlf. 352588.

Nærri upplýsingar um Innovit og Nordisk InnovationsCenter fáast á www.innovit.is og www.nordicinnovation.net