Innovasjónsverkstaður á Østrøm
08.11.2012
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Innovasjónsverkstaður á Østrøm

Hvussu kann ein matstovutænari kunna sínar kundar í smálutir um upprunan á tí máltíð, sum viðkomandi fer at fáa sær?


Hvat kann gerast í ali- og fiskivinnuni at fremja hendan setningin og hevur hetta eitt virði fyri kundan?

Hetta var avbjóðingin sum 18 universitetslesandi í Norðanlondum arbeiddu við í einum 32 tíma longum verkstaði. Tey lesandi arbeiddu í trimum toymum, har hvørt toymi plaseraði seg eitt stað innan marinu virðisketuna. Málið var, vegna eitthvørt felag, at menna eitt vinnuligt hugskot sum kundi skapa virðisøking út frá sporføri.

Vinnandi hugskotið, Nordic Fish Trace, legði fram ein nýggjan og innovativan máta fyri, hvussu sporførisdata kundi savnast, viðgerðast og sjónliggerast innan virðisketuna í marina ídnaðinum. Loysnin innibar eitt nú ein brúkaravinarligan portal, har brúkarar kundi spora ávísar vørur.

Verkstaðurin Nordic Innovation Marine Marketing Program (NIMMP) er mennt í samstarvi millum Norðulendsk vinnufeløg innan marina ídnaðin, har sporføri eisini er ein áhaldandi avbjóðing at arbeiða við. Úrslitini á verkstaðnum, og tær royndir, ið komu burturúr hava týdning, bæði fyri vinnuna og fyri tey lesandi.

Úrslitini frá verkstaðnum fara at verða víst í einum sølufremjandi filmi, har endamálið er at økja talið av ungum at søkja sær útbúgvingar og størv innan marinu vinnuna. Eisini verða úrslitini savnaði í eini frágreiðing, ið kann stuðla feløgum innan sektorin, ið ynskja at fremja innovativar loysnir.

Verkætlanin er stuðlað av Nordic Innovation (www.nordicinnovation.org) og er samstarv millum íslendska Innovit (innovit.is), Fróðskaparsetur Føroya, Stardust (Copenhagen Business School) í Danmark, Norwegian University of Life Sciences, umframt Swedish University of Agricultural Science.

Fleiri upplýsingar fáast frá Gesti Hovgaard, Søgu- og Samfelagsdeildin (gesturh(at)setur.fo).

Sí myndir frá innovatiónsverkstaðnum