Intens intervalsvimjing besti kropsligi venjingarháttur fyri evnaskiftisheilsu
Magni Mohr hevur saman við føroyskum, enskum, donskum, svenskum og italskum granskarum skrivað nýggja vísindaliga grein, sum er prentað í høgt metta vísindaliga tíðarritinum Journal of Applied Physiology. Granskingargrunnurin hevur stuðlað verkætlanini.
Greinin, sum kann lesast her, byggir á kanning, sum er gjørd í Føroyum sum samstarvsverkætlan millum Fróðskaparsetur Føroya, Deildina fyri arbeiðs- og almannaheilsu, Landssjúkrahúsið og Ítróttarsamband Føroya umframt útlendsk universitet. Kanningin samanber broytingar í yvirkropsvøddum og beinvøddum eftir 15 vikur við intensari intervalsvimjing (6-10 ferðir 30 sek. all-out spurtir við 2 min. hvíld ímillum arbeiðsintervallini), langteinasvimjing við lágum intensiteti (ein tíma, har roynt varð at svimja so langt sum gjørligt), og so ein tíma av fótbóltsvenjing. Allir bólkar vandu tríggjar ferðir um vikuna. Vøddabiopsiir vórðu úttiknar úr yvirkrops- og beinvødda fyri at samanbera tillagingarmynstrini í hesum vøddabólkum. Vøddavevnaðurin varð kannaður fyri lyklaenzym í vøddamitokondriunum (tað er her, at aeroba evnaskiftið/orkuframleiðslan fer fram), og hesi enzym stýra niðurbrótingarferðini av sukri og feitti í vøddunum.
Úrslitini vísa, at allir tríggir venjingarhættir betraðu mitokondriellu enzymkoncentratiónina, men at nógv størsta framgongdin var hjá teimum, sum framdu intensa intervalsvimjing, hóast vant varð í sera stutta tíð. Hetta var serliga týðiligt í yvirkropsvøddunum, har tillagingarnar vóru sjónliga størri enn í beinvøddunum. Kanningin vísir, at yvirkropsvøddar hava eitt lægri venjingarútgangsstøði enn beinvøddar, tá talan er um evnaskiftisheilsu, og tískil eru yvirkropsítróttir sum svimjing serstakliga væl egnaðir fyri tey, sum vilja bøta sær um evnaskiftisheilsuna, og her er intens intervalsvimjing ein væl betri venjingarháttur enn langir túrar við lágari ferð. Tískil er boðskapurin til motiónsvimjarar: Setið ferðina upp og hugsið meira um kvalitet enn kvantitet!
Kanningin vísir eisini sum tann fyrsta nakrantíð, at tillagingarmynstrið av mitokondriellum enzymum til kropsliga venjing er ymiskt í arm- og beinvøddum. Tískil er møguligt, at armvøddar skulu venjast eftir øðrum venjingargrundreglum enn beinvøddar. Royndarpersónarnir í hesi kanningini vóru ótrenaðir, men í løtuni verður kannað, um hetta eisini er galdandi fyri elituítróttarfólk.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...