Ískoytisútbúgvingin eind 2, patientologi, útboðin til várs
Sjúkrarøktarfrøðideildin bjóðar út skeið í patientologi í vár. Skeiðið er partur av ískoytisútbúgvingi, men kann eisini takast sum stakskeið. Tað er 10 ECTS til støddar.
Fortreyt fyri at søkja inn á skeiði er, at tú ert sjúkrarøktarfrøðingur ella heilsustarvsfólk við aðrari heilsufakligari miðallangari framhaldsútbúgving. Tað er ein fyrimunur at hava staðið eind 1.
Patientologi er læran um, hvussu tað er at vera sjúkur. Hvussu menniskjan fatar, upplivir og reagerar, tá ið hon verður sjúk og verður brúkari av heilsuverkinum. Skeiðið setur fokus á, hvussu heilsustarvsfólk fáa innlit í sjúklingsins sjónarhorn. Skeiðið gevur lesandi vitan um og førleika til at arbeiða við hugtakinum patientologi á einum vísindaligum støði grundað á nýggjastu vitan, og taka hesa vitan við í menningina av egnum yrki/praksis.
Undirvísingin er skipað sum verkætlanararbeiði. Skeiðini sum fyrilestrar við skifti millum fyrilestrar, dialog, lesibólkar, bólkaarbeiði og sjálvlestur.
Tilmeldingarfreist, umsóknarblað og skeiðlýsing verða løgd út á heimasíðuna miðjan januar 2014.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...