Ískoytisútbúgvingin eind 3 útboðin til várs
16.12.2013
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Ískoytisútbúgvingin eind 3 útboðin til várs

Sjúkrarøktarfrøðideildin bjóðar út eind 3, bachelorritgerð, í ískoytisútbúgvingini komandi vár frá viku 7 til og við viku 22, 2014.


Fortreyt fyri at søkja inn á eind 3 er, at tú hevur staðið eind 1 og eind 2 í ískoytisútbúgvingini ella hevur fingið avriksflutning fyri javnvirðis skeið. Umsøkjarar skulu skrivað á umsóknarblaðið, hvat skeið í eind 2, tey hevur staðið, t.d. patientologi, kliniskt vegleiðaraskeið ella gerontologi.

Endaliga undirvísingarskráin verður løgd út á heimasíðuna miðjan januar. Men longu nú kann upplýsast, at:

  • undirvísing er alla viku 7
  • verkskeið er alla viku 11
  • ritgerðin verður latin 12. mai 2014
  • munnlig próvtøka verður 28. mai 2014

Tilmeldingarfreistin er 24. januar 2014. Kostnaður fyri skeiðið er 7000 kr.

Nærri kunning um skeiðið sæst á skeiðlýsingini, sum sæst við at trýsta á leinkið her

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 24. januar 2014


Nærri upplýsing fæst við at venda sær til Sylviu Zachariassen, skrivara, sylviaz(at)setur.fo tlf. 292260 ella til Súsonnu Mortensen, útbúgvingarleiðara, susannam(at)setur.fo tlf. 292255