Ískoytisútbúgvingin í kirkjukunnleika góðkend
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og undirvísingarmálum, hevur 1. februar 2023 formliga góðkent Ískoytisútbúgving í føroyskum kirkjukunnleika
Hetta er ein serføroysk útbúgving, sum er sett í verk sum ein fylgja av, at fólkakirkjan varð yvirtikin í 2007.
Í løgtingslóg um embæti og størv í fólkakirkjuni frá 2013 verður ásett, at sóknarprestar umframt embætisprógv í gudfrøði skulu hava lært nám í føroyskari kirkjusøgu, skipan, siðum og embætisførslu.
1. september 2014 varð Jákup Reinert Hansen settur í starv sum lektari í kirkjusøgu á Søgu- og Samfelagsdeildini, og 1. februar 2015 byrjaði undirvísingin.
Helvtin av teimum føroysku sóknarprestunum hava lokið alla ískoytisútbúgvingina, og fleiri eru undir útbúgving.
Útbúgvingin fevnir um føroyska kirkjusøgu, kirkjurætt, gudstænastu- og sálmafrøði. Skeiðini verða eisini boðin út við sjálvstøðugum skeiðsnummari til onnur, sum t.d. lesa master ella hjánám, og sum stakskeið.
Við ískoytisútbúgvingini fáa teir føroysku prestarnir serligt innlit í tað heimliga starvsøkið og verða tískil betri ílatnir til embætið. Tí er tað at fegnast um, at arbeiðið at skipa hesa útbúgving við tí formligu góðkenningini nú er komið á mál.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...