Island Studies Journal.jpg
Brynhild Thomsen
03.03.2021
Setrið
Skriva út

Island Studies Journal hýsast á Setrinum

Fróðskaparsetur Føroya fer nú at hýsa altjóða vísindaliga tíðarritinum, Island Studies Journal, og fær umboðan í stýri og ritstjórn

- Vit hava valt at hýsa tíðarritinum í fýra ár. Tað gevur okkum møguleika at gera vart við Fróðskaparsetrið sum eitt universitet, ið vil vera við í fremstu røð og styrkja altjóða vísindaliga samstarvið og granskingina í oyggjasamfeløgum.

Soleiðis sigur Bergur Djurhuus Hansen, dekanur á Føroyamálsdeildini um avgerðina at hýsa Island Studies Journal. Tíðarritið varð stovnað í 2006 og er í dag eitt altjóða kent vísindaligt tíðarrit.

Samstundis sum tíðarritið nú verður staðsett her, so fær Setrið eisini umboðan í stýri og ritstjórn. Bergur Djurhuus Hansen verður umboð fyri Fróðskaparsetrið í stýrinum, og Firouz Gaini, professari á Søgu- og samfelagsdeildini, verður hjáritstjóri.

- Møguleikin vendir bæði úteftir í onnur granskingarumhvørvi og inneftir, tí okkara luttøka og leiklutur sum hýsandi stovnur fer at eggja granskarum á Fróðskaparsetrinum til at skriva í tíðarritið. Vit kunnu eisini hugsa um møguleikarnar fyri einari serútgávu um Føroyar úr ávísum sjónarhorni. Tað kundi verið um ferðavinnu, veðurlagsbroytingar, búskaparligar avbjóðingar, demografiskar broytingar, málsligar ella mentanarligar og samfelagsligar byltingar.

- Oyggjagransking er eitt lutfalsliga nýtt, men skjótt vaksandi tvørvísindaligt granskingarøki, sum hevur til endamáls at granska oyggjasamfeløg út frá teimum treytum, sum júst oyggjasamfeløg eru til undir. Slík gransking fer longu fram á Fróðskaparsetrinum. Island Studies Journal er høgt í metum millum granskarar og røkkur út um allan heim, so hetta er ein frálíkur møguleiki, sigur Bergur Djurhuus Hansen.

Lesið meira um og úr tíðarritinum her.