Íslendsk vitjan á Føroyamálsdeildini (1)
24.10.2017
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Íslendsk vitjan á Føroyamálsdeildini

Í farnu viku var ein flokkur við 18 lesandi í íslendskum á námsferð í Føroyum.


Hesa lestrarhálvuna hevur Jóhannes Gísli Jónsson, professari, eitt skeið í føroyskum á Háskóla Íslands, og tað var í hesum sambandi, at føroyaferðin var fingin í lag. Umframt at kunna seg við ymist viðkomandi í Føroyum og at vitja støð og stovnar vitjaðu tey eisini á Føroyamálsdeildini og vóru við í tímum á deildini. Tey vóru ógvuliga glað fyri góðu móttøkuna allastaðni og serliga fegin vóru tey um høvið at vera við til føroyskan dans á Føroyamálsdeildini týskvøldið.

Fleiri av teimum nýttu eisini høvið at kunna seg neyvari um og savna tilfar til evni, sum tey arbeiða við á skeiðinum í føroyskum. Hjá flestum teirra var hetta fyrsta ferð til Føroya, so vitjanin var á so mangan hátt forkunnug. Hetta var eisini ein góður møguleiki at knýta bond millum tey lesandi á báðum stovnum, og tað ber vónandi boð um vaksandi samstarv millum Háskóla Íslands og Fróðskaparsetrið í framtíðini.