Íslendski forsetin heldur fyrilestur 10. mai
Týsdagin 10. mai klokkan 17:00 fer Guðni Thorlacius Jóhannesson, forseti Íslands, at halda almennan fyrilestur í Kongshøll við heitinum “Nationalism in Turbulent Times. Lessons for Small Nations in the North Atlantic”
Almenni fyrilesturin hjá íslendska forsetanum er vegna tarnaða flogferðslu útsettur til týsdagin 10. mai klokkan 17:00.
Áðrenn Guðni Thorlacius Jóhannesson tók við sum forseti í Íslandi í 2016, var hann professari í søgu á lærda háskúlanum í Íslandi, umframt at hann hevur undirvíst á lærda háskúlanum í Reykjavík, Bifröst og á lærda háskúlanum í London. Nøkur ár arbeiddi hann eisini parttíð fyri RÚV sum tíðindamaður.
Guðni hevur skrivað mangar greinar og eisini bøkur um nútímans íslendska søgu. Hann hevur skrivað um toskakríggini, forsetaembætið í Íslandi, fyrrverandi forsætisráðharran, Gunnar Thoroddsen, njósning í Íslandi, fyrrverandi forsetan, Kristján Eldjarn, umframt at hann hevur skrivað eina bók um bankaskrædlið í Íslandi í 2008.
Týsdagin 10. mai fáa føroyingar høvi at hoyra forsetan á almennum fyrilestri í Kongshøll á Fróðskaparsetri Føroya, har hann fer at røða um nationalismu í byltingartíð, og hvat vit smáu tjóðir í Norðuratlantshavi kunnu læra hesum viðvíkjandi.
Fyrilesturin er ókeypis og fyri øll, og mælt verður til, at fólk møta í góðari tíð, tí dyrnar lata aftur klokkan 17:00. Forsetin heldur fyrilesturin á enskum, og høvi verður at seta spurningar aftaná.
Eftir tiltakið er pláss fyri kaffi og práti.
Neyðugt er við tilmelding, og tað verður gjørt her.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...