Annika Sølvará
17.05.2007
Námsvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Íslendskir rektarar vitjaðu Fróðskaparsetrið

Týsdagin 17. apríl høvdu rektararnir fyri teir tríggjar útbúgvingarstovnarnar, Fróðskaparsetur Føroya, Føroya Læraraskúla og Føroya Sjúkrarøktarfrøðiskúla, vitjan úr íslandi. Talan var um Kristín Ingolfsdóttir, rektara á Háskóla Íslands og Ólaf Proppé, rektara á Kennaraháskóla Íslands; íslendska læraraskúlan.


Íslendsku rektararnir vóru komnir til Føroya at greiða frá teirra royndum við arbeiðnum at leggja Háskólan og Kennaraháskólan saman í ein stovn. Fundurin varð hildin á rektaraskrivstovuni á Fróðskaparsetri Føroya, men eisini var tíð hjá íslendska ferðalagnum at síggja eitt sindur av Havnini í góðveðrinum 17. apríl.

Íslendsku rektararnir vóru boðin til Føroya av Mentamáladeildini á Mentamálaráðnum. Umframt Jóannes Dalsgaard, deildarstjóra á Mentamáladeildini, vóru eisini Kristina Sjóvará Jacobsen og Jørgen Meitelberg fulltrúar, við á fundinum.