Íslendskur gestalærari
02.12.2013
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Íslendskur gestalærari

Dagarnar 19. – 27. november hevði Føroyamálsdeildin vitjan av einum íslendskum gestalærara, Guðvarði Mái Gunnlaugssyni, sum hevði skeið í íslendskum fyri 1. og 2. árslesandi.


Øll tey, sum lesa føroyskt á Føroyamálsdeildini, skulu taka tvey norðurlendsk mál, og deildin ger av, hvørji mál verða boðin út, men íslendskt er sum oftast annað. Tá ið gestalærarar koma á slíka vitjan, er talan um sera intensiv skeið. Í hesum føri fingu tey lesandi 16 tímar í íslendskum. 1. og 2. árslesandi ganga til somu tímar, og soleiðis fáa vit spart nakað av pengum.

Føroyamálsdeildin er partur av Nordliks-netverkinum, sum er ein norðurlendskur felagsskapur, ið hevur til endamáls at skipa fyri skiftislestri og skiftisundirvísing millum móðurmáls- og bókmentadeildirnar á universitetunum í Norðurlondum. Lærarar og lesandi kunnu søkja um stuðul, tá ið tey vilja vitja aðrar móðurmálsdeildir í Norðurlondum. Hetta er ein sera lagalig skipan, ið ger tað nógv bíligari fyri deildina, enn tað annars hevði verið.

Endamálið við at lesa íslendskt sum part av BA-lestrinum í føroyskum er, at tey lesandi skulu fáa kunnleika um íslendska málsøgu og á tann hátt kunna greina munir millum føroyskt og íslendskt.

Próvtøkureglurnar siga, at um tann lesandi fylgir 80 % av tímunum og er virkin í undirvísingini, sleppur hann ella hon frá roynd. Um ikki, verður munnlig roynd hildin. Fyri hetta skeiðið fáa tey lesandi 2 ECTS.

Guðvarður er dosentur á Stofnun Árna Magnússsonar, har hann serliga arbeiðir við handritum.

Tey lesandi vóru sera væl nøgd við undirvísingina og læraran. Tey fingu nógv burturúr, og serliga nøgd vóru tey við, at lærarin legði dent á at samanbera íslendskt og føroyskt, soleiðis at munirnir og líkleikarnir millum málini gjørdust týðiligir.