Íslendskur gestalærari á Føroyamálsdeildini
04.09.2014
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Íslendskur gestalærari á Føroyamálsdeildini

Soffía Auður Birgisdóttir fer at hava skeið í nýggjum norðurlendskum bókmentum


Soffía Auður Birgisdóttir er gestalærari á Føroyamálsdeildini frá lestrarársbyrjan til heystfrítíðina. Soffía er granskari og lærari á Rannsóknarsetri Háskóla Íslands á Höfn í Hornafirði. Soffía hevur fyrr verið gestalærari á Føroyamálsdeildini. Í 2008 hevði hon skeið í sjálvsævisøgum. Í løtuni arbeiðir hon við bók um ritverkið eftir íslendska skaldið Þórberg Þórðarson (1899-1974).

Skeiðið, sum Soffía fer at hava komandi seks vikurnar, fer at snúgva seg um nýggjar norðurlendskar bókmentir. Spurt verður m.a., hvussu rithøvundar í skaldskapi um fólk og tilburðir í okkara tíð brúka hendingar og skaldskap úr farnari tíð (sonevnd postmodernistisk endurnýtsla). Rithøvundar, sum verða lisnir á skeiðinum, eru Merete Lindstrøm, Naja Marie Aidt, Eva-Marie Liffner, Gerður Kristný, Sjón, Gyrðir Elíasson, Hanus Kamban og Carl Jóhan Jensen.

Eftir heystfrítíðina fer Bergur Djurhuus Hansen at hava eitt skeið um nýggjar føroyskar bókmentir í norðurlendskum høpi. Skeiðið er eitt sjálvstøðugt skeið, men kann eisini takast sum eitt framhald av skeiðinum hjá Soffíu. Skeiðini telja 5 ECTS hvør.