Íslendskur lestrarstuðul 2019
Umsóknarfreistin til íslendska lestrarstuðulin er 1. desember 2018
Íslendska Mentamálaráðið bjóðar føroyingum at søkja stuðul í samanlagt 8 mánaðir til lestur í íslendskum máli og bókmentum á Háskóla Íslands lestrarárið 2019/2020.
Upphæddin røkkur til vistarhald. Studentunum verður útvegað innivist á studentagarði, og húsaleigan verður goldin av studninginum.
Námið byrjar 1. september 2019 og endar 30. apríl 2020.
Umsóknir skulu sendast til:
Stofnun Árna Magnússonar í íslendskum fræðum,
Stofnun Sigurðar Nordals,
Posthólf 1220,
IS-121 Ísland
Umsóknarfreistin er 1. desember 2018. Umsóknarblað og kunning kunnu takast niður her ella fáast við at venda sær til
Setursskrivstovuna. Hesi eru eisini at finna á heimasíðuni www.arnastofnun.is.
Studningshavar í verandi skúlaári kunnu søkja um framhaldsstudning fyri næsta skúlaár innan 1. desember 2018
Fróðskaparsetur Føroya
Setursskrivstovan
J.C. Svabos gøta 14
Postrúm 272
110 Tórshavn
Tlf. 35 25 00
Fax 35 25 01
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...