Skriva út

Íslendskur lestrarstuðul

Íslendska Mentamálaráðið bjóðar føroyingum at søkja stuðul (130.000 ísl. kr. um mánaðin í 8 mánaðir) til lestur í íslendskum máli og bókmentum á Háskóla Íslands lestrarárið 2017/2018.


Upphæddin røkkur til vistarhald. Studentunum verður útvegað innivist á studentagarði, og húsaleigan verður goldin av studninginum.

Námið byrjar 1. september 2017 og endar 30. apríl 2018.

Umsóknir skulu sendast til Stofnun Árna Magnússonar í íslendskum fræðum, Stofu Sigurðar Nordals, Posthólf 1220, IS-121 Íslands.

Umsóknarfreistin er 1. desember 2016.

Umsóknarblað og kunning fáast á her:
Umsóknarblað 2017-2018
Leiðbeining 2017-2018

Nærri kunning fæst á www.arnastofnun.is ella við at venda sær til Setursskrivstovuna. 
Studningshavar í verandi skúlaári kunnu søkja um framhaldsstudning fyri næsta skúlaár innan 1. desember 2016.

Fróðskaparsetur Føroya
Setursskrivstovan
Telefon: 352500
Fax 352501
Teldupostbústaður: setur(at)setur.fo