ISLEX alment opnað
Jógvan í Lon Jacobsen
17.11.2011
Føroyamálsdeildin
Skriva út

ISLEX alment opnað

Á stórum hátíðarhaldi í Reykjavík í gjár, 16. november 2011, var netorðabókin Islex alment opnað.


ISLEX er ein samnorðurlendsk fleirmálslig netorðabók við íslendskum leitorðum, sum eru týdd til hini norðalandamálini (svenskt, norskt bókmál, nýnorskt, danskt og føroyskt). ISLEX er ein samstarvsverkætlan millum fimm stovnar í Íslandi, Svøríki, Noregi, Danmark og Føroyum. Stovnarnir eru Stofnun Árna Magnússonar í íslenskum fræðum í Reykjavík, Institutionen för svenska språket við Háskólann í Gøteborg, Institutt for lingvistiske, litterære og estetiske studier við universitetið í Bergen, Det Danske Sprog- og Litteraturselskab í Keypmannahavn og Fróðskaparsetur Føroya. Tann íslendska ritstjórnin hevur ábyrgd fyri tí íslendska partinum og fyri tí tøkniliga partinum av ISLEX. Hinvegin hava ritstjórnirnar í hinum Norðurlondunum ábyrgdina av at týða úr íslendskum til síni egnu mál. Hinvegin hava ritstjórnirnar í hinum Norðurlondunum ábyrgdina av at týða úr íslendskum til síni egnu mál. Fróðskaparsetur Føroya kom við í verkætlanina í 2011. Í løtuni hava føroyingar tveir ritstjórar í parttíðarstarvi umframt eina ritstjórn við trimum fólkum.

ISLEX-verkætlanin byrjaði í 2005, og nú 16. november í 2011 varð heimasíðan alment opnað, men enn er orðabókin ikki liðug. Tað verður framvegis arbeitt við at týða til tey ymsu málini. ISLEX-orðabókin er tann fyrsta elektroniska orðabókin, sum umfatar fleiri norðurlendsk mál. Hon inniheldur umleið 50.000 leitorð við týðingum og nýtsludømum. Orðabókin lýsir íslendskt nútíðarmál, og nógv verður gjørt burturúr at lýsa orðasambond og tiltøk av ymsum og týðingar av teimum.

Á heimasíðuni hjá Islex eru ymsir leitimøguleikar. Til ber t.d. at leita í einum ella fleiri málum. Soleiðis ber til at síggja sambandið millum íslendskt og hin málini, samstundis sum tað eisini ber til at síggja sambandið millum tey norðurlendsku málini sínámillum.

ISLEX nøktar ymsar tørvir. Sum ein íslendsk-norðurlendsk orðabók vendir hon sær móti svenskum, norskum, donskum og føroyskum brúkarum t.d. við týðingum úr íslendskum ella í sambandi við lestur og undirvísing í íslendskum í Norðurlondum. Hinvegin vendir hon sær móti íslendskum brúkarum, sum hava brúk fyri upplýsingum um orð og tiltøk á hinum norðaurlandamálunum.

ISLEX er sostatt ein týðandi liður í at styrkja mentanarsambondini í Norðurlondum og at lynna undir eina størri sínámillum norðurlendska málfatan. Hetta sæst aftur í stuðlinum, sum tær norðurlendsku stjórnirnir og ymsir grunnar hava latið verkætlanini.


Tað ber ikki til at leita eftir føroyskum týðingum enn. Sagt verður úr Íslandi, at tann føroyski parturin verður klárur eina ferð í 2012. Orsøkin er helst hon, at føroyskt ikki kom við fyrr enn í 2011, meðan hini londini hava arbeitt í eini fimm ár.

Vitja ISLEX her.