ISLEX – ein ókeypis norðurlendsk orðabók á netinum
Tað liggur ein ókeypis norðurlendsk orðabók á netinum – ein orðabók úr íslendskum inn í danskt, svenskt og norskt bókmál og nýnorskt. Arbeitt verður við tí føroyska partinum.
ISLEX er ein felags norðurlendsk netorðabókarverkætlan millum seks norðurlendskar stovnar: Stofnun Árna Magnússonar í íslenskum fræðum við Háskóla Íslands, Reykjavík, Det Danske Sprog- og Litteraturselskab í Keypmannahavn, Institutt for lingvistiske, litterære og estetiske studier við Universitetið í Bergen, Institutionen för svenska språket við Göteborgs universitet, Føroyamálsdeildin og Finska, finskugriska och nordiska institutionen, Helsingfors universitet.
Orðabókin gongur úr íslendskum í øll tey norðurlendsku málini og finskt. Henda verkætlan byrjaði 2005, men føroyingar komu ikki við fyrr enn í 2011 og finnar í 2012.
Tann íslendska ritstjórnin hevur ábyrgd av teimum íslendsku leitorðunum og tí tøkniliga sniðinum og tí felags dátugrunninum, meðan ritstjórarnir í teimum ymsu londunum hava ábyrgdina av sínum egnu týðingum.
Danir, norðmenn og sviar eru lidnir at týða, og í november 2011 varð orðabókin latin upp fyri almenningum. Men av tí at føroyingar og finnar ikki komu upp í verkætlanina fyrr enn ávikavist í 2011 og 2012, eru teirra týðingar ikki lidnar enn. Men tað merkir hóast tað, at tað liggur ein ókeypis norðurlendsk orðabókin á netinum – ein orðabók úr íslendskum inn í danskt, svenskt og norskt bókmál og nýnorskt. Orðabókin verður støðugt dagførd, og tí kunnu rættingar og broytingar verða gjørdar í teimum greinunum, sum longu eru gjørdar.
Tann føroyski parturin er ikki komin so langt enn, at hann kann opnast til almenna nýtslu. Í løtuni hava vit tveir føroyskar týðarar, sum arbeiða parttíð, men roynt verður at fáa fleiri týðarar, so at arbeiðið kann ganga skjótari. Í løtuni er ein stívur triðingur týddur.
ISLEX-orðabókin kann nýtast upp á fleiri mátar. Lutvíst kunnu danskir, svenskir, norskir, føroyskir og finskir brúkarar fáa hjálp at týða úr íslendskum til hini málini, men hon kann eisini nýtast til kanningar og undirvísing í íslendskum í Norðurlondum. Hinvegin kunnu íslendingar nýta orðabókina, tá ið teir skulu finna upplýsingar um orð og orðingar í hinum norðurlendsku málunum og finskum.
ISLEX er tískil eitt týðandi íkast til at styrkja tey mentanarligu og málsligu bondini í Norðurlondum og til at fremja sínámillum norðurlendska málfatan. M.a. tí hava tær norðurlendsku stjórnirnar og ymsir grunnar og fyritøkur stuðlað hesi verkætlanini.
Adressan hjá orðabókini er: islex.hi.is
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...