Ítróttur nýtt granskingarøki á iNOVA
05.12.2014
Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Ítróttur nýtt granskingarøki á iNOVA

Saman við Fróðskaparsetrinum og Vinnuframa hevur iNOVA nú sett gongd á enn eitt granskingarøki, sum verður tað fjórða í røðini á iNOVA.


Fyrst í komandi ári byrjar granskingarvirksemið innan human-fysiologi ella mannlívvirkisfrøði.

Tað verður Magni Mohr, ph.d. og lektari á Fróðskaparsetri Føroya, sum skal standa á odda fyri nýggja granskingarvirkseminum, ið fer fram innan fakøkið Human Performance, ella likamliga orku hjá menniskjum. Vinnuframi hevur gjørt neyðugu íløgurnar í tól, sum millum annað eru eitt svimji-ergometur, ein ergometur-súkkla umframt útgerð til at máta renning og rógving. Rannsóknarstovan til gransking innan human-fysiologi verður á iNOVA á Hoyvíksvegnum í Havn.   

Við hesi rannsóknarstovuni ber til at granska og at gera ymiskar royndir av likamligu avrikunum hjá føroyskum ítróttarfólki. Higartil hevur tað ikki verið gjørligt at gera slíkar royndir í Føroyum.

“Vit hava valt at keypa útgerð til hesi økini, og eftir áheitan frá Magna Mohr hava vit valt at víðka granskingarvirksemið á iNOVA til eisini at fevna um ítróttarfysiologi. Tað nýggja virksemið skal byggja brúgv millum gransking og úrvalsítrótt, so at okkara úrmælingar innan bæði gransking og ítrótt kunnu fáa betri umstøður til at mennast. Eg vænti, at hetta virksemið verður til stórt gagn bæði innan gransking og í ítróttarheiminum, og tað er eisini sjálvsagt, at iNOVA fer í holt við hetta, nú tað hevur verið umrøtt, at vit skulu vera vertsland fyri Oyggjaleikunum”, sigur Regin W. Dalsgaard, formaður í stýrinum fyri Vinnuframa og nevndarlimur í iNOVA.

Væntandi byrjar virksemið á nýggju starvsstovuni á iNOVA í februar 2015. 

Á www.inova.fo ber til at fáa meira at vita um Granskarasetrið iNOVA.