Jákup Reinert Hansen, ph.d., nýggjur lektari í kirkjusøgu
Starvið í kirkjusøgu, sum Jákup Reinert Hansen hevur fingið, er nýtt starv á Fróðskaparsetrinum stovnað av Fólkakirkjuni og Fróðskaparsetrinum í felag.
Jákup Reinert Hansen gjørdist cand. theol. frá universitetinum í Århus í 1982 og hevur líka síðani starvast sum sóknarprestur í Sandoyar prestagjaldi. Í 2004 gjørdist hann ph.d. frá Århus við ritgerðini Mellem kor og skib. Jacob Dahls færøske postiller. Í gransking síni hevur hann serliga havt áhuga fyri, hvussu tann kristna trúgvin í ávísari tíð, mentan og samfelagsligari støðu gevur seg til kennar í so ymiskum tekstasløgum sum sálmum, prædikum og kirkjuligari lóggávu. Jákup hevur regluliga skrivað greinir í útlendskum tíðarritum og bókum og verið partur av fleiri norðurlendskum granskingarverkætlanum. Hann hevur verið gudfrøðiligur ráðgevi hjá Mentamálaráðnum síðani yvirtøkuna av fólkakirkjuni í 2007.
Endamálið við starvinum er at menna gransking í kirkjusøgu, kirkjurætti og trúarmentan. Starvið er harumframt eitt undirvísingarstarv. Lektarin í kirkjusøgu skal skipa fyri lærdum námi í kirkjusøgu, -skipan, -siðum og embætisførslu, sum galda í fólkakirkjuni í Føroyum. Reglurnar um embæti og størv í fólkakirkjuni áseta, at sóknarprestar hava slíkt nám – ella lúka tað í seinast lagi tvey ár eftir at teir eru komnir í starv.
Jákup Reinert Hansen byrjar í starvinum tann 1. september og fær skrivstovu á Søgu- og samfelagsdeildini í Jónas Broncks gøtu.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...