Japanski sendiharrin vitjar Setrið
Leygardagin í næstu viku byrjar japanski filmsfestivalurin í Perluni í Havn, og Manabu Miyagawa, sendiharri vitjar Fróðskaparsetrið dagin fyri setanina
Japan vil fegin knýta tættari mentanarlig og búskaparlig bond við Føroyar, og 29. februar verður afturvendandi mentanartiltakið, har føroyingar fáa høvi at síggja japanskan film. Ókeypis.
Sýningarnar byrja beint eftir middag leygardagin og halda fram sunnudagin. Seks filmar verða sýndir í Perluni, og skráin sæst her.
Ein sendinevnd frá japansku sendistovuni í Keypmannahavn kemur í hesum sambandi til Føroya fríggjadagin, og Manabu Miyagawa, sendiharri kemur á gátt á Fróðskaparsetrinum at hitta m.a. Chik Collins, rektara og Firouz Gaini, professara.
Ikki kann sigast annað enn, at japanski sendiharrin hevur eina sera spennandi bakgrund og starvsleið, sum røkkur úr London og ES til Moskva og New York, umframt nógvar aðrar spennandi millumstøðir í altjóða diplomatatisku skipanini.
- Japan er bergtakandi!
Firouz Gaini hevur fleiri ferðir verið í Japan í arbeiðsørindum, og hann dylur ikki fyri, at hann er vorðin góður við asiatiska oyggjalandið.
- Eg eri bergtikin av Japan! Føroyar áttu at havt tættari samband og samstarv við Japan, tí vit kunnu læra so nógv av teimum, sigur professarin í antropologi, sum hjálpti til við at fyrireika filmsfestivalin í fjør, tá hann varð hildin í Kongshøll.
Firouz Gaini fekk fyri nøkrum árum síðani gott samband við ein japanskan professara, og hetta gav honum íblástur til at fara undir antropologiskar kanningar í einum oyggjasamfelagi, sum ikki er partur av norðurlendska nærumhvørvinum.
- Sjálvandi eru stórir munur, men so mong felagseyðkenni eru eisini, sigur hann.
- Hvat droyma ung á smáum plássum í Japan um? Í landinum, har útsagnir um "mista ættarliðið" og "ungdómskreppuna" eru so nógv brúkt? Tey liva eisini í lítlum lokalumhvørvi við tøttum tilknýti til havið og fiskivinnuna. Tey ungu har flyta eisini burtur. Okkara ungu fara kanska til Århus ella Keypmannahavnar. Á Oki-oyggjunum flyta tey kanska til Osaka ella Tokyo, sigur Firouz Gaini, sum m.a. hevur almannakunngjørt hesa greinina í tíðarritinum Asian Antropology.
Allir filmirnir á japanska filmsfestivalinum eru ókeypis, og saké er á matarlepanum eftir seinastu sýningina bæði kvøldini.
Myndatekstur: Manabu Miyagawa, sendiharri á kurteisisvitjan hjá Jóannesi V. Hansen, sendimanni í Keypmannahavn fyri kortum. Myndin er frá fb-vanganum hjá japansku sendistovuni
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...