Játtan til verkætlan
08.01.2016
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Játtan til verkætlan

Játtan til verkætlan at kanna immunverjuna hjá sjúklingum við blóðeitran


Tá stuðul herfyri varð latin av fænum hjá niðurlagda sjúkrakassanum til granskingarverkætlanir á heilsuøkinum, varð játtan m.a. fingin til verkætlan til kanningar av, um til ber at menna nýggjar kanningarhættir og nýggjar blóðroyndir fyri at staðfesta blóðeitran (sepsis) hjá sjúklingum so tíðliga sum gjørligt aftan á innlegging, við tí endamáli at sjúklingurin kann setast í lívbjargandi viðgerð sum skjótast.

Verkætlanin er eitt samstarv millum granskingarbólkar á Landssjúkrahúsinum, Fróðskaparsetur Føroya, Odense Universitetshospital, Syddansk Universitet, Århus Universitetshospital, Århus Universitet og ein granskingarbólk úr Maine, USA.

Meir kunning um verkætlanina sæst her