Javnsett málnýtsla
03.09.2014
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Javnsett málnýtsla

Á árligum norðurlendskum málfundi, sum varð hildin í Stockholmi 28. og 29. august, vóru til viðgerðar tey fýra høvuðsøkini, sum Kunngerð um norðurlendskan málpolitikk frá 2006 vísir á, at serligur dentur eigur at leggjast á.


Eitt av hesum økjum er javnsett málnýtsla, serliga á hægri lærustovnum. Við tí verður sipað til, at fleiri mál, á einum ella fleiri økjum, verða nýtt samstundis. Sostatt snýr tað seg ikki um, at eitt mál verður nýtt í staðin fyri hitt, men at málini verða nýtt javnsett. Ein miðvísur politikkur fyri javnsettari málnýtslu krevur, at t.d. hægri lærustovnar og vísindaligir stovnar menna langskygdar ætlanir viðvíkjandi javnsettari málnýtslu. Hetta byggir á ta sannroynd, at enskt vinnur sær alt sterkari støðu sum vísindamál, eisini í Norðurlondum. Tað er ein gongd, sum ikki ber til at steðga, men umráðandi er í sama sambandi at finna eina rætta javnvág ímillum málið í landinum og enskt, soleiðis at annað ikki køvir hitt.

Summi øki hava vituliga meira altjóða dám enn onnur, eitt nú fleiri náttúrufak, og har vísir tað seg í grannalondum okkara at gerast alt vanligari, at doktararitgerðir, vísindaligar greinir o.tíl. eru á enskum máli. Umráðandi er tó, at tað ikki førir við sær, at t.d. einstaka norðurlandamálið hvørvur sum fullbúgvið vísindamál fyri tað, men kann brúkast javnsett við enskt. Ikki minst er tað umráðandi, tá ið vísindafólk miðla sína vitan út til almenningin. Tí leggur hugsanin um javnsetta málnýtslu dent á, at hóast eitt vísindafólk skrivar nógv á enskum, eigur tað samstundis eisini at vera ført fyri at gera greiði fyri sínari vitan á sínum egna máli.

Sum lið í at fáa lýst og orðað ein politikk á hesum øki hevur Norðurlendska ráðharraráðið tikið stig til at seta ein norðurlendskan arbeiðsbólk at arbeiða við javnsettari málnýtslu á hægri lærustovnum. Endamálið er at meta um, um tørvur er á at seta í verk ein politikk um javnsetta málnýtslu á universitetum í Norðurlondum, og um so er, hvussu hann skal vera. Við í arbeiðsbólkinum eru granskarar og fyrisitarar á universitetum í Norðurlondum. Føroyskt umboð er Hjalmar P. Petersen, lektari á Føroyamálsdeildini.


Frágreiðing um javnsetta málnýtslu

Kunngerð um norðurlendskan málpolitikk