Jens Christian S. Justinussen lokið ph.d. á University of Cambridge
04.09.2014
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Jens Christian S. Justinussen lokið ph.d. á University of Cambridge

Granskari og undirvísari á Søgu- og Samfelagsdeildini, Jens Christian Svabo Justinussen lokið ph.d. prógv á University of Cambridge.


Jens Christian Svabo Justinussen hevur lokið ph.d. prógv við samfelagsfrøðideildina (Faculty of Human, Social, and Political Science) á University of Cambridge í Onglandi. Ritgerðin kallast: "Sustainable Management - a Question of Time". Vegleiðari hevur verið Dr. Patrick Baert, professari.

Opponentarnir vóru Peter Dickens. dr.phil., atknýttur granskari at samfelagsfrøðideildini á University of Cambridge og Jesper Raakjær, ph.d., professari á deildini fyri planlegging, Innovative Fisheries Management (IFM), Aalborg Universitet.

Ritgerðin varð vard í oktober 2013. Verjan gekk væl, men eins og tað ofta hendir í Stóra Bretlandi, so mæltu opponentarnir til, at broytingar vóru gjørdar í ritgerðini, áðrenn ph.d. heitið formliga varð latið.

Hesar broytingar eru nú gjørdar og endaliga góðkendar við heilsan frá opponentunum, sum ynsktu til lukku við einum framúrskarandi arbeiði.

Í ritgerðini hevur Jens Christian Svabo Justinussen viðgjørt spurdómin, hví tað verður ovurfiskað. Hvussu kann ein forklára, at annars rationellir aktørar støðugt yvirfiska fiskastovnarnar? Í ritgerðini leggur Jens Christian upp til, at spurningurin er globalur, tí yvirfiskarí finnast stórt sæð allastaðni í heiminum, og enn hevur eingin funnið eina varandi loysn uppá hendan spurningin.

Ritgerðin tekur støði í føroyskari fiskivinnuumsiting og setur spurningin, hvussu ein kann forklára yvirfiskarí í Føroyum. Jens Christian vísir á, at tær mest nýttu teoriirnar, sum verða nýttar til at forklára yvirfiskarí (sosialar tvístøður og institutionellar loysnir upp á sosialar tvístøður) ikki rættuliga megna at forklára yvirfiskarí í Føroyum. Í staðin fyri heldur Jens Christian, at ein kann forklára tað út frá einum tíðarsýni.

Í ritgerðini verður komið fram til at, “The overarching picture that emerges from the case study is this: fishermen were not racing against each other for the fish, which might be explained as an unresolved social dilemma, but instead they were collectively racing against time, which is better accounted for by the factors of institutional time horizon and time preference. “

Jens Christian Svabo Justinussen starvast sum adjunktur og útbúgvingarleiðari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

Verkætlanin hevur verið stuðlað úr Granskingargrunninum, Grunninum fyri Førleikamenning (Chevron, Atlantic Petroleum, og Eni), og Fiskivinnugransking.

Væntandi verður ritgerðin givin út í bók í næstum.

Les um JensChristian Svabo Justinussen í Heilagrunninum hjá Granskingarráðnum

Les samandrátt á enskum av ritgerð "Sustainable Management – a Question of Time"