Jens Dam Ziska settur sum vísindafólk at standa fyri útbúgvingini í listaligum arbeiði
Lýst verður við upptøkutreytum til útbúgvingina í vár
Jens hevur ph.d.-útbúgving í heimspeki frá Oxford University. Í gransking sínari sum heimspekingur hevur hann serliga fingist við fagurfrøði og list. Í løtuni er hann í tíðaravmarkaðum starvi sum granskari á Kunstakademie Düsseldorf, og hann flytur tískil heim at taka við nýggja starvinum, samstundis um hann ger seg lidnan við uppgávurnar har. Umframt at granska er Jens virkin sum myndlistafólk. Hann var t.d. við á framsýningini “Vatn” í Norðurlandahúsinum í fjør.
Seinasta vísindaliga grein hansara, “Art as Alchemy: The Bildobjekt Interpretation of Pictorial Illusion” stóð í The Journal of Aestehetics and Art Criticism í apríl í fjør og úrdráttur av greinini sæst HER.
Umframt at standa fyri at skipa útbúgvingina fer Jens at undirvísa í pørtum av teimum felags ástøðiligu skeiðunum, sum fara at verða boðin út í útbúgvingini.
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...