Jens-Kjeld er fantastiskur
28.04.2016
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Jens-Kjeld er fantastiskur

Í dag fríggjadag kl. 15 heldur Jens-Kjeld Jensen, heiðursdoktari, fyrilestur. Hann fær hálovandi skoðsmál frá samstarvsmanni á Setrinum


– Jens-Kjeld er fantastiskur. Hann er vitandi, eldhugaður, nærlagdur og samstarvssinnaður.

Tað er ummælið, sum Eyðfinn Magnussen, cand. scient. í lívfrøði og lektari á Náttúruvísindadeildini, gevur heiðursdoktaranum, sum í dag - fríggjadag - kl. 15 fer at halda fyrilestur í Ovastovu. Talan er um Jens-Kjeld Jensen, sum longu hevur avdúkað, hvat evnið í heiðursdoktarafyrilestrinum verður.

– Skulu vit dagføra okkara vitan um føroysku náttúruna, so er umráðandi, at leik og lærd samstarva, sigur Jens-Kjeld Jensen, sum í fyrilestrinum fer at grundgeva fyri hesum sjónarmiði, m.a. við vísa til fleiri dømi.

Samstarv um gráspurv
Jens-Kjeld er dani og kom til Føroya í 1970. Hann búsettist í Nólsoy, og skjótt varð hann kendur sum maðurin, ið ringmerkti fuglar. Eitt nú kannaði hann gráspurv, og tað var í hesum sambandi, at samstarvið millum Jens-Kjeld og Eyðfinn byrjaði.

Burturúr eru komnar greinar eftir teir báðar, ein um útbreiðsluna av gráspurvi og ein um hvussu gráspurvur nørist, t.e. nær hann verpur, hvussu ofta, hvussu nógv egg, nær ungarnir koma út og nær teir verða klaktir.

Samstarvið teirra millum hevur síðani snúð seg um bæði mýs og rottur, m.a. um ílegueginleikar hjá føroysku músini, og um snultarar á rottu. Eisini hetta samstarvið hevur kastað felags vísindaligar greinir av sær.

Ikki bara samstarv við fakliga áhugað
Rottuverkætlanin er eisini dømi um annað slag av samstarvi millum leik og lærd.

– Jens-Kjeld er dømi um ein, ið hevur fakligan áhuga í og vitan um náttúruna. Men samstarv við fólk, sum ikki hava beinleiðis fakligan áhuga, kann eisini vera sera týdningarmikið, og t.d. hava vit avtalu við rottufangaran hjá Tórshavnar kommunu, og vit fáa eisini rottur frá øðrum, sigur Eyðfinn, ið vísir á, at rotta tíðum heldur til, har fólk halda dunnur og hønur.

Annað dømi um slíkt samstarv er samstarvið, sum Eyðfinn hevur við menn, ið skjóta harur. Sjálvur er Eyðfinn íðin haruskjútti, men hevði eitt ynski um at skráseta, hvussu nógv verður skotið. Hann stovnaði Facebook-bólkin ‘Haruskjóting í Føroyum’, vendi sær til harumenn og greiddi frá ætlanini um at skráseta talið á harum, sum verða skotnar á hvørjum ári. Slíka skráseting hevur hann gjørt síðani 2012, grundað á listar, ið harumenn sjálvir senda inn.

Jens-Kjeld er ein fyrimynd
– Tað er gleðiligt, at Fróðskaparsetur Føroya hevur tilnevnt Jens-Kjeld heiðursdoktara, tí tað ein viðurkenning av hansara avriki. Hann er ein fyrimynd á økinum, sigur Eyðfinn.

Lektarin vísir eisini á, at Jens-Kjeld eigur eitt stórt savn av náttúrutilfeingi úti í Nólsoy, ikki minst í áhugaverdu frystiboksini, og so hevur hann eisini eitt ótrúliga stórt netverk, ið hann ikki bølir omanyvir, men altíð er sinnaður at lata onnur fáa gagn av.

Í fjør gav Jens-Kjeld Jensen út bókina ‘Færøernes fugle, fakta og tal’ saman við Søren Sørensen. Hoyr útvarpssamrøðu, sum Rúni Jákupsson, KvF, hevði við teir báðar 12. novembur í fjør.

Jens-Kjeld Jensen hevur egna heimasíðu.

Vísindaligar, mettar greinir, ið Jens-Kjeld Jensen og Eyðfinn Magnussen (og onnur við í tveimum førum) hava skrivað saman:

Jensen, J.K. and Magnussen, E. (2015) . Occurrence of fleas (Siphonaptera) and lice (Phthiraptera) on Faroese rats (Rattus norvegicus). Norwegian Journal of Entomology, 62: 154-159.
 
Jones, E., Jensen, J.K, Magnussen, E., Gregersen, N., Hansen, H. and Searle, J. (2011). A molecular characterization of the charismatic Farose house mouse. Biological Journal of the Linnean Society,102:471-482.
 
Magnussen, E and Jensen, J.K. (2010). Breeding biology of the house sparrow (Passer domesticus) in the Faroe Islands. Fróðskaparrit, 58: 125-132.

Magnussen, E and Jensen, J.K. (2009). Ringing recoveries of house sparrow (Passer domesticus) in the Faroe Islands during the years 1963-2007. Fróðskaparrit, 56: 183-190.