Jens kjeld jensen vinnari 27.10.20 nr16 (2).jpg
Jens-Kjeld Jensen fær umhvørvisheiðurslønina í Norðurlandahúsinum í gjárskvøldið (Foto: Jens Kristian Vang/norden.org)
Brynhild Thomsen
28.10.2020
Setrið
Skriva út

Jens-Kjeld vann norðurlendsku umhvørvisheiðurslønina

Heiðursdoktarin hjá Setrinum við tí brennandi alskinum og eldhuganum fyri náttúruni fekk í gjár umhvørvisheiðurslønina hjá Norðurlandaráðnum fyri sítt mikla íkast at granska og miðla, hvussu til stendur við lívfrøðiliga margfeldinum í Føroyum

- Hann er eitt fyrimyndarligt dømi um, hvussu nógv ein ektað eldsál kann avrika.

M.a. soleiðis grundgevur metingarnevndin fyri, at Jens-Kjeld Jensen í ár skuldi fáa umhvørvisheiðurslønina hjá Norðurlandaráðnum.

Sjálvur kallar Jens-Kjeld mangan sítt arbeiði í og fyri náttúruna fyri eitt frítíðarítriv. Men við fimm bókum og meira enn 500 greinum, har fleiri enn 200 teirra eru vísindaligar og populervísindaligar, er tað at gera alt ov lítið av.

Hann fær heiðurslønina fyri í meira enn 40 ár at hava sett fjølbroytnið í føroysku náttúruni á breddan.

Heiðursløtan í gjárskvøldið var, sum so mangt annað í hesum døgum, avmarkað av koronusmittuni, sum enn gongur. Ætlanin var at hava stórt norðurlendskt hátíðarhald í Hørpu í Reykjavík, men nú bleiv tað til talgild tiltøk, hvørt land í sínum lagi, og í Føroyum bleiv tað Norðurlandahúsið, sum legði hús til.

Grundgevingin hjá nevndini

Jens-Kjeld Jensen fær, sum nevnt, heiðurslønina fyri sítt stóra arbeiði at savna saman vitan um margfeldið í føroysku náttúnuni. Hann hevur granskað og lýst út í æsir alt handaslag av dýrum og vøkstri: loppur og mýs, fuglar og fossil, soppar og runnar í fjøllunum.

Sum sjálvlærdur granskari og miðlari hevur hann lagt doyðin á at upplýsa føroyingar og fakfólk um náttúruna. Og hann hevur ávarað um ta hóttan, sum innræsnar plantur og inntriv í landslagið hava á viðkvomu náttúruna í Føroyum.

Jens-Kjeld Jensen hevur í samstarvi við granskarar úti í heimi verið við til at funnið og skjalprógvað meira enn 350 nýggj dýra- og plantusløg í Føroyum. Hann er virdur og kendur fyri sítt arbeiði og hevur í roynd og veru eisini fingið eitt slag av náttfirvaldum uppkallaðum eftir sær. Heilt mong børn hava við barnagarði ella skúla verið í Nólsoy og vitjað Jens-Kjeld Hansen og har fingið ørgrynnu at vita um ta náttúru, sum vit eru partur av. Og tá tey so seinni sum vaksin hava varnast okkurt spennandi ella óvæntað í náttúruni, ja, so er tað meira enn so komið fyri, at tey minnast aftur á gávumilda granskaran í Nólsoy og hava sett seg í samband við hann aftur.

Metingarnevndin sigur, at íkastið hjá Jens-Kjeld Hansen til at skilja og varðveita margfeldið í føroysku náttúruni er ómetaligt, og at hann er ein fyrimynd um, hvussu nógv ein ektað eldsál kann gera fyri náttúruna.

Fróðskaparsetur Føroya ynskir heiðursdoktara sínum og øllum Føroyum hjartaliga til lukku við norðurlendsku umhvørvisheiðurslønini við ynski um, at myndugleikar og fólk her fara væl um náttúruna og alt lív í henni.

Síggið løtuna, tá tað varð kunngjørt, at Jens-Kjeld skuldi hava ársins heiðursløn 2020 her. Fólk reistust, og lógabrestirnir hvullu í høllini í Norðurlandahúsinum.

Lesið meira á heimasíðuni hjá Jens-Kjeld Jensen her.

Við heiðurslønini fylgja 350.000 krónur.

Tað var í 2015, tá Fróðskaparsetur Føroya fylti 50 ár, at Setrið tilnevndi Jens-Kjeld sum heiðursdoktara. Tveir aðrir heiðursdoktarar vórðu eisini tilnevndir tá, Hanus Kamban og Petur Jacob Sigvardsen.

Hoyr samrøðuna, sum Kringvarp Føroya gjørdi við Jens-Kjeld Jensen, tá hann bleiv heiðursdoktari her.

Hinir føroyingarnir, sum vóru í uppskoti at fáa norðurlendskar heiðurslønir, vóru Janus Rasmussen fyri tónleikaverkið "Vín", Oddfríður Marni Rasmussen fyri skaldasøguna "Ikki fyrr enn tá", og Rakel Helmsdal var við í kappingini um at fáa virðislønina fyri barna- og undómsbøkur fyri bók sína "Loftar tú mær?". Vit ynskja eisini teimum hjartaliga til lukku við viðurkenningini av verkum teirra.