Jóannes Jacobsen adjunktur í búskaparfrøði
06.02.2014
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Jóannes Jacobsen adjunktur í búskaparfrøði

Hin fyrsta februar sessaðist Jóannes Jacobsen í nýggja starvi sínum sum adjunktur í búskaparfrøði í hølunum hjá Søgu- og samfelagsfrøðideildini í Jónasar Bronx gøtu.


Longu nú - skamma viku eftir setanina - er hann fluttur í nýggju hølini í Bókbindaragøtu, har hann, saman við øðrum búskaparfrøðingum og løgfrøðingum, skal fáa lív í eitt nýtt arbeiðspláss.

Jóannes kemur úr einum starvi á CEBR á handilsháskúlanum CBS, sum er ein granskingardepil viðvíkjandi málum um búskaparvøxtur, nýmenning og produktivitet. Undan tí hevur hann starvast sum skrivari hjá Búskaparráðnum í sex ár frá 1999 til 2005. Hann er cand.oecon.-lærdur á Århus Universitet, hevur M.Sc. í búskapi úr London School of Economics og hann vardi sína ph.d. á Københavns Universitet í 2009.

Fyri Fróðskaparsetrið fer Jóannes at kanna møguleikarnar at seta í verk eina útbúgving í búskaparfrøði, so at Setrið kann fara at seta sær realistisk og væl greinað mál um at geva ungum føroyingum møguleikan at fara undir enn eina útbúgving her heima.

Umframt ætlanir um hægri lestur í búskaparfrøði á Setrinum, fer Jóannes sjálvandi at granska mál um búskaparfrøði, og saman við øðrum búskaparfrøðingum, sum starvast á Setrinum, fer ein búskaparfrøðilig granskingareind so smátt at síggja dagsins ljós – fyribils í Bókbindaragøtu.

Jóannes er føddur og uppvaxin í Havn og er í dag alment kendur búskaparfrøðingur, viðmerkari um búskaparmál í miðlunum og íðin luttakari í almenna orðaskiftinum um búskap og samfelag. Hann er nýliga fluttur heim til Føroya saman við Marjun Dalsgaard og lítlu Jónu, sum tey fingu í februar í fjør.